Kostfakligt starvsfólk til køkin á Lágargarði
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at gera dygdargóðan og føðslurættan mat til okkara eldru borgarar, so er tað møguliga tær vit leita eftir. Stórkøkurin á Lágargarði søkir eftir einum kostfakligum starvsfólki.
Stórkøkurin á Lágargarði er partur av Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu og ger mat til okkara búfólk og heimabúgvandi pensionistar. Vit gera mat til røktarheimini Lágargarður, Tjarnagarður og Heimið við Vallalíð. Umframt hetta til Virkis- og venjingarstovuna á Lágargarði og til mattænastuna í Tórshavnar kommunu. Uppgávur í stórkøkinum er m.a matframleiðsla, innaneftirlit, vørumóttøka, pakking av mati, daglig reingerð, uppvask o.a.
Søkt verður eftir:
Kostfakligum starvsfólki í setunarbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er dagvaktir og fjórðahvørt vikuskifti.
Dentur verður lagdur á:
- Prógv sum føðsluatstøðingur, kokkur ella líknandi kostfakliga útbúgving
- Evni at gera mat til eldri fólk og brúka títt hondverk at hjúkla um okkara búfólk
- Áhuga at arbeiða við føroyskari matmentan, frískum rávørum og at avmarka matoysl
- At arbeiða útfrá galdandi NNR-tilmælum
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og at samstarva tvøryrkisliga
- Evni at vera fleksibul og trívast har dagarnir eru ymiskir.
- Góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
- Góðan telduførleika
Vit bjóða
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina í stórkøkinum og í Heilsu- og umsorgangartænastuni
- Góðar umstøður í nýggjum stórkøki frá 2025 og góða innleiðslu
- Eitt spennandi arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
Nærri fæst at vita
Nærri fæst at vit um starvið við at venda sær til Camillu H. Hansen deildarleiðara, telefon 22 37 82, ella á teldupost camillab@torshavn.fo
Løn- og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. apríl 2026 ella eftir avtalu, og løn sambært galdandi sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Kost- og Føðslufelag Føroya.
Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 15. mars 2026.
