Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu á Lágargarði
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Miðstova á Lágargarði sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum.
Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Miðstova er ein røktardeild men er í ferð við at blíva til eina demensdeild. Her búgva 16 fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum. Á Miðstovu stremba vit eftir høgari fakligheit, einum heimligum umhvørvi og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Undir dagligari leiðslu av deildarleiðara og varadeildarleiðara, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar, kemur tú at starvast saman við øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.
Søkt verður eftir:
- Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er dagvaktir og triðja hvørt vikuskift. Møguleiki er fyri lægri brøk og skiftandi arbeiðstíðum
Dentur verður lagdur á:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar og at virka fyri einum lærandi umhvørvi
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva tvøryrkisliga
- Góðan telduførleika
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrging, rehabilitering og geriatri
Vit bjóða tær:
- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Miðstovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni
- eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- góða innleiðslu
Meira fæst at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbara Berg Joensen, virkandi deildarleiðara, telefon 27 05 93 ella á teldupost barbarabj@torshavn.fo
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 1. apríl 2026 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 15. mars 2026.
