Heilsurøktari, heilsuhjálpara og heimahjálparar til Heimatænastuna
Heimatænastan søkir eftir fýra starvsfólkum at arbeiða í brøk 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna. Størvini verða sett frá 1. mai 2026 ella eftir avtalu.
Heimatænastan
180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 40 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.
Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.
Søkt verður eftir:
- Fýra starvsfólki at arbeiða á starvsbrøk 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna frá 1.mai 26, ella eftir avtalu. Eisini er møguligt at arbeiða á starvsbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti og eitt eyka 18. hvørt vikuskifti
Førleikar
Útbúgving sum heilsurøktari/heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.
Vit vænta, at tú:
- Hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
- Hevur góð samstarvsevnir og megnar at samstarva tvørfakliga
- Hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
- Hevur góðan telduførleika og koyrikort
Vit bjóða
Vit bjóða góða innleiðslu, har tú at byrjar við, verður saman við/upplærd av einum starvsfelaga.
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, saman við góðum starvsfelagum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Malan Nolsøe Samuelsen, deildarleiðara, á teldupost malans@torshavn.fo ella á telefon 30 20 00.
Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda við at trýsta á tann grøna »Søk starvið« teigin, í seinasta lagi 18. mars 2026.
