Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 16. mars 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Katrin Helgadóttir
Dagstovnaleiðari
217496
katrinhe@torshavn.fo Søk starvið

Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja

Dámar tær relatiónsarbeiðið? Dámar tær at vera saman við børnum og fordjúpa teg í teirra spæli og hugaheimi? Kundi tú hugsa tær at starvast við rúmligum og fakligum fólki?

Um so er, so er hesin stovnurin júst nakað fyri teg. Vit leita eftir:

- einum starvsfólki til vøggustovuna at byrja 1. apríl 2026. Møguleiki er fyri at arbeiða fulla tíð.


Vit eru

Býlingshúsið millum Gilja er ein stovnur við trimum stovum við í alt 44 børnum og 12 starvsfólkum. Námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum er m.a. grundað á viðávirkan, har børn og vaksin hava eina ávirkan á sín gerandisdag. Menningin hjá einstaka barninum er í fokus og í gjøgnum spælið og eygleiðingar skipa vit námsfrøðiliga arbeiðið. Vit hava ein opnan stovn, har starvsfólkini samstarva um virksemið, túrar og onnur tiltøk. Námsfrøðingar eru á hvørjari stovu. Nøkur hugtøk, ið hava nógv at siga í okkara arbeiði eru; umsorgan, góðar relatiónir og ymiskleiki. Løtumyndir frá okkara gerandisdegi eru at finna á okkara instagram profili @giljaboern


Vit vænta, at:

  • tú megnar at taka avgerðir í samstarv við starvsfelagar
  • tú ert lurtandi
  • tú ert ein aktivur luttakari í at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum


Vit bjóða tær:

  • eitt fakligt arbeiðsumhvørvi, har tíð er til at fyrireika og eftirmeta arbeiðið
  • eitt arbeiðsumhvørvið við rúmligum starvsfeløgum
  • ein fjølbroyttan gerandisdag, har tú sleppur at seta tín dám á arbeiðið


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2026. Samrøður verða hildnar í viku 12.


Meira fæst at vita

Um tú hevur spurningar til størvini kanst tú seta teg í samband við Katrin Helgadóttir, stovnsleiðara, á telefon 21 74 96 ella á teldupost katrinhe@torshavn.fo – ella kom og vitja okkum.