Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali
Søkt verður eftir kvinnu at arbeiða sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja 1. mai 2026, ella eftir nærri avtalu.
Umframt at starvast sum lívbjargari fevnir starvið um reingerð, m.a. í skiftingarrúminum hjá kvinnum, og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu vera góðir svimjarar, hava góða heilsu og hava stóru lívbjargararoyndina. Hava umsøkjarar ikki lokið lívbjargararoyndina, verður skipað fyri henni í svimjihøllini.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn o.a.
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. apríl 2026.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Eyðun Húsgarð, leiðara, telefon 22 45 50, teldupostur eydunhu@torshavn.fo, ella Rósing Skorá, varaleiðara, telefon 22 42 01, teldupostur rosings@torshavn.fo
---------------
Javnstøðunevndin hevur givið loyvi til at søkt verður eftir persóni við ávísum kyni, tí mett verður, at starvið sum lívbjargari í svimjihøllini er treytaleyst kynsbundið sambært §3, stk. 2 í javnstøðulógini.
Ein av orsøkunum er, at starvsfólkið skal gera reint í skiftingarrúmum.
