Starvsfólk / gartnari til Lendisliðið
Tórshavnar kommuna søkir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum starvsfólki til Lendisliðið. Vit leita eftir tær, sum trívist at arbeiða úti og hevur hug at skapa grøn og væl røkt fríøki til gleði fyri borgarar og vitjandi. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur týdningarmikla ávirkan á, hvussu borgarar uppliva sítt nærumhvørvi hvønn einasta dag.
Um starvið
Lendisliðið hevur ábyrgd av dagligari røkt og menning av kommunalu fríøkjunum, náttúruøkjum, kirkjugarðum, viðarlundum og uttandura hentleikum. Í starvinum fert tú at arbeiða við røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, lendisgøtum, spæliplássum og náttúruøkjum. Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagligar praktiskar uppgávur, samstarv við borgarar og størri lendisarbeiði gjøgnum árið. Tú verður ein týðandi liður í arbeiðinum at tryggja rein, røkt og innbjóðandi fríøki í kommununi.
Lendisliðið hoyrir undir Lendis- og kirkjugarðstænastuna, sum vísir til Býarskipanardeildina í Tórshavnar kommunu.
Tínar uppgávur
fevna m.a. um:
- Røkt og viðlíkahald av grønum økjum, herundir grassláttur, lúking og beskering av grønum vøkstri á kommunalum lendi
- Røkt av viðarlundum, náttúrulundum og náttúrufríøkjum, niðurtýning av innræsnum plantum og átøkum, sum fremja fjølbroytt lívmargfeldni
- Eftirmeting av trygd og viðlíkahald á almennum spæliplássum og fríøkjum, og viðlíkahald av m.a. benkrum og hegni
- Árligt og leypandi viðlíkahald av lendisgøtum og býarrásum, við lúking, reinsan og grasslátti framvið gøtum og rásum
- Planting og blómurøkt í beðum og pottum við ársblómum, staudum og træplanting, og luttøka í arbeiðnum at menna nýggj grøn øki
- Samskifti og samstarv við borgarar, eigarafeløg og felagsskapir um grøna røkt og átøk, sum styrkja fríøki og náttúru
Arbeiðið verður gjørt við denti á burðardyggum og umhvørvisvinarligum mannagongdum. Lendisliðið nýtir el-drivin amboð og umhvørvisvinarligt tilfar, og stremba verður eftir at nýta føroyskar plantur.
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú:
- Hevur B-koyrikort
- Hevur ans fyri grøna arbeiðinum
- Dugur at arbeiða trygt við maskinum og amboðum
- Er røkin, álítandi og fysiskt væl fyri
- Trívist væl í einum arbeiðstoymi og hevur jaligt arbeiðslag
- arbeiðir skipað og leggur dent á góða dygd
- Royndir innan grønt arbeiði kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki krav
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðar tímaløt starv, sum verður flokkað eftir førleikum sambært sáttmálanum millum Handverkarafeløgini og KAF ella Havnar arbeiðarafelag/Havnar arbeiðskvinnufelag. Møtistaður er á Frúutrøð og arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 16.00 vanliga yrkadagar. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsókn, prógv og CV skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 23. mars 2026.
Meira kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til: Brenna McCormick, býargartnara, telefon 26 04 64 ella Jákup Nolsøe, stovnsleiðara, telefon 21 05 70 / teldupost jakupn@torshavn.fo
---------------
Um stovnin Lendis- og kirkjugarðstænastuna
Lendis- og kirkjugarðstænastan er ein nýggjur rakstrarstovnur undir Býarskipanardeildini, sum varð stovnaður í 2026 við samanleggingini av Kirkjugørðum, Lendisdeildini og Moldgoymsluni í Húsahaga. Endamálið við samanleggingini er at styrkja samstarvið og menna eina burðardygga og grøna tænastu. Stovnurin er í støðugari menning, har dentur verður lagdur á arbeiðsgongdir, trivnað og eina tænastu á høgum støði.
