Heilsuhjálpari og heilsurøktari til demensdeildina Handarastovu á Lágargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu.
Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina dygdargóða røkt á høgum fakligum støði, at tey trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Vit virka fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á at arbeiða við eini miljøterapeutiska tilgongd og persónscentreraðari umsorgan og røkt.
Á deildini er sera gott samstarv millum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.
Søkt verður eftir:
- einum heilsurøktara á starvsbroti 1,0. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðjahvørt vikuskifti
- einum heilsuhjálpara á starvsbroti 1,0.. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðjahvørt vikuskifti
Møguleiki er at fáa lægri starvsbrot eftir avtalu.
Førleikakrøv
- Prógv sum heilsurøktari/heilsuhjálpari
- Royndir og / ella áhuga at arbeiða við fólki, sum hava sjúkuna demens
- Góð evni at samskifta
- Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur. Vilt arbeiða fyri góðum trivnaði saman við okkum, fyri bæði búfólk og starvsfólk
- Kann arbeiða sjálvstøðugt. Virðismetir og sær týdningin av tvørfakligum samstarvi, fyri at skapa góðar umstøður fyri einum lærandi arbeiðsplássi
- KT-førleika á brúkarastigi
Vit bjóða tær
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eina góða innleiðslu
- Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvsanda, fjølbroyttum avbjóðingum har tú hevur møguleika fyri at menna tínar fakligu førleikar
- Møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Handarastovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni
Setanarviðurskifti
Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfeløg. Starvsbyrjan er 1. mai 2026 ella skjótast til ber.
Um skikkaðir umsøkjarir ikki eru til størvini, kann annar fakbólkur ella hjálparfólk verða sett í staðin. Tá verða uppgávurnar tillagaðar til viðkomandi, sum settur verður.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annika H. Kallsberg, virkandi deildarleiðara á Handarastovu, telefon 21 26 02, ella við telduposti til annikahk@torshavn.fo.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 23. mars 2026.
