Endurlýsing – leiðari til Dagstovnin við Løgmannabreyt
Tórshavnar kommuna søkir ein eldhugaðan og fakliga sterkan stovnsleiðara til Dagstovnin við Løgmannabreyt at byrja skjótast gjørligt. Vit leita eftir tær, sum dugir at leiða við hjarta, fakligheit og greiðari kós.
Um stovnin
Dagstovnurin við Løgmannabreyt fevnir um tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Umleið 64 børn ganga á stovninum, og tey verða dagliga møtt av einum sterkum og fakliga dugnaligum starvsfólkatoymi á 18 starvsfólk, sum arbeiða miðvíst fyri at skapa tryggar og mennandi karmar fyri børnini.
Stovnurin liggur í vøkrum náttúruøki við stórum og hugkveikjandi garði. Nærumhvørvið verður nógv vitjað, og túrar í náttúruni eru ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi. Her fáa børnini rúm til at spæla, røra seg, kanna og menna sítt hugflog.
Á stovninum er spælið í miðdeplinum. Vit eru sannførd um, at børn læra best gjøgnum spæl og relatiónir. Tí byggir okkara námsfrøðiliga arbeiði á sterk sambond. Vit møta barninum, har tað er, og skapa tryggleika og møguleikar fyri menning – bæði fyri einstaka barnið og felagsskapin.
Starvið
Sum stovnsleiðari hevur tú bæði námsfrøðiliga og fyrisitingarliga ábyrgd. Tú fært møguleika at mynda kósina fyri einum vælvirkandi stovni og verður partur av einum sterkum leiðslufelagsskapi á dagstovnaøkinum.
Tínar høvuðsuppgávur verða at:
- Leiða og menna starvsfólkahópin
- Hava námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina á stovninum
- Tryggja dygd, trivnað og fakliga menning
- Samskipa foreldrasamstarv og tvørfakligt samstarv
- Seta starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaranum
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin námsfrøðingur
- Hevur royndir og førleikar innan leiðslu
- Arbeiðir virðisgrundað og málrættað
- Ert væl skipað/-ur og hevur gott fíggjarligt yvirlit
- Dugir at samskifta týðiligt – bæði munnliga og skrivliga
- Hevur kunnleika til viðkomandi telduskipanir
Tú vilt mynda og leiða námsfrøðiligu kósina á stovninum. Tú hevur eina greiða visjón og vilt ganga á odda fyri fakligari menning. Tú setir børnini og námsfrøðiligu tænastuna í miðdepilin. Tú leiðir starvsfólk við virðing, týðiligheit og nærveru og dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Sum leiðari hevur tú áræði, dirvi og vilja at mennast fakliga og persónliga.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Barnaváttan verður kravd sambært galdandi lógarverki, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið« i vinstra bredda omanfyri. Umsókn, prógv, CV og møgulig viðmæli skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 22. mars 2026.
Meira kunning
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við:
___________________
Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er skipað undir trivnaðarstjóranum, ið varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á økinum eru 37 dagstovnaleiðarar og umleið 800 starvsfólk. Omanfyri 3.000 børn eru knýtt at virkseminum hjá B&U, ið hevur ein játtanarkarm á umleið 250 milliónir krónur.
