Skrivstovunæmingur til Tórshavnar kommunu
Vit søkja eftir skrivstovunæmingi til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um eina yrkisútbúgving innan almenna fyrisiting.
Yrkisútbúgvingin
Útbúgvingin er fjøltáttað og fevnir um ein yrkisligan part og ein ástøðiligan part. Lærutíðin er vanliga tvey ár og skiftir ímillum starvsvenjing og skúlagongd. Longdin av lærutíðini er tengd at tíni útbúgvingarbakgrund. Skúlagongdin fevnir um fýra tíðarskeið í Danmark í 13-15 vikur, har tú kanst velja ímillum skúlarnar Niels Brock (Keypmannahavn) og Århus Købmandsskole (Aarhus). Tú kanst lesa meira um skúlagongdina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum:
Skrivstovufólk við sergrein innan almenna fyrisiting (yrkisdepilin.fo)
Tínar uppgávur
Í lærutíðini fært tú kunnleika til kommunala fyrisiting og ymiskar KT-skipanir. Yrkisligi parturin av útbúgvingini fer fyrst og fremst fram í Snarskivuni, á Starvsfólkadeildini og á Fíggjardeildini. Møguleiki verður tó eisini fyri at royna seg í øðrum pørtum av umsitingini. Uppgávurnar fevna millum annað um málsviðgerð, kundatænastu, samskipan, journalrøkt, bókhald, lønarviðurskifti, fyrisiting og samskifti. Vit leggja okkum eftir at seta teg væl inn í ymsu uppgávurnar og vegleiða teg, tá tørvur er á tí.
Vælkomin til eitt mennandi lærupláss
Vit bjóða eitt mennandi lærupláss á einum væl skipaðum arbeiðsplássi við dugnaligum og fyrikomandi starvsfeløgum. Í lærutíðini verður tú partur av einum fakliga áhugaverdum og avbjóðandi umhvørvi, har vit leggja dent á góðan trivnað og gott samskifti millum starvsfelagar.
Førleikar og eginleikar
Vit leita eftir umsøkjarum, sum:
- Hava staðið miðnámsútbúgving
- Eru væl fyri í føroyskum og enskum máli
- Vísa tev fyri KT og áhuga í talgilding
- Eru uppsøkjandi, jalig og álítandi
- Megna at arbeiða sjálvstøðugt og tola broytingar
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Talan er um eitt fulltíðar lærupláss, ið verður sett skjótast gjørligt.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Send okkum tíni próvskjøl, saman við viðmælum og royndum, í seinasta lagi 29. mars 2026.
Vilt tú vita meira
Meira fæst at vita við at venda sær til Margretu Petersen, fulltrúa á Starvsfólkadeildini, á telefon 26 25 98 ella til Rók Tummasarson, leiðara á Snarskivuni, á telefon 30 24 38 ella teldupost rokur@torshavn.fo
