Starvsfólk til Virkis- og venjingastovuna á Lágargarði
Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu søkir eftir tveimum starvsfólkum til Virkis- og venjingastovuna á Lágargarði.
Hevur tú røttu førleikarnar og hevur royndir, áhuga og hegni at arbeiði innan eldraøkið, so eru tvey størv at søkja. Talan er um tvey avloysarastørv frá 1. mai 2026 til 30. apríl 2027. Arbeiðstíðin er 24 tímar um vikuna.
Virkis- og venjingarstovan er eitt dagtilhald fyri fólkapensionistar, ið hava tørv á einum virknum gerandisdegi, og sum búgva heima. Dentur verður lagdur á góða samveru við tí fyri eyga at skapa ein innihaldsríkan og aktivan gerandisdag. Tilboðini fevna m.a. sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslur, ganga túrar. Stórur dentur verður lagdur á, at starvsfólki, ið verður sett hevur røttu persónligu eginleikarnar at arbeiða innan eldraøki, hevur gott tol og ein jaligan hugburð.
Arbeiðsøki
- Saman við hinum starvsfólkunum verður tín uppgáva at skapa eitt heimligt umhvørvi, har fólk trívast
- At skipa ein gerandisdag við ítrivið, rørslum og øðrum virksemi
- At skipa serlig átøk, ið gagna borgarunum
Førleikakrøv
- Viðkomandi heilsufakliga, námsfrøðiliga, handverksliða útbúgving
- Evni og hug til at vera um eldri fólk
- Góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
- Góð samstarvsevnir og førleikar at samskifta við brúkarar, avvarðandi og samstarvsfelagar har pláss er fyri ymsum áskoðanum
Vit bjóða
Heimligt og positivt arbeiðsumhvørvi og eitt starv við avbjóðingum og fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Augusta Mikkelsen, telefon 22 67 95 ella á augustam@torshavn.fo
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. mai 2026 og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF / FMR.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til Tórshavnar kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grønan knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 22. apríl 2026.
