Dygdarmennarar til Námsfrøðiliga toymið
Tórshavnar kommuna søkir eftir tveimum dygdarmennarum til dagstovnaøkið at byrja 1. juni 2026.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini ment eitt nýtt virksemi við dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.
Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, ið virka eftir dagstovnalógini. Dygdarmenningararbeiðið byggir á eygleiðingar av námsfrøðiligu tænastuni, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti (m.a. KIDS) og í samskifti við stovn og leiðslu.
Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum ganga fyri seg úti á og saman við einstøku dagstovnunum.
Dygdarmennarin er partur av einum fakligum toymi á Barna- og ungdómsdeildini, sum veitir dagstovnunum námsfrøðiliga ráðgeving og dygdarmenning. Í námsfrøðiliga toyminum starvast 4 námsfrøðiligir ráðgevar og 3 dygdarmennarar umframt leiðari.
Tínar arbeiðsuppgávur
Tín uppgáva verður at greina, afturboða, kveikja og seta í gongd námsfrøðiligar dygdarmenningarætlanir saman við dagstovnaleiðaranum á einstaka dagstovninum. Tú kemur somuleiðis at fylgja við og stuðla undir dygdarmenningararbeiðinum á einstaka stovninum.
Sum dygdarmennari skalt tú kunna gera felags greiningar, niðurstøður og møguligar tørvslýsingar til dagstovnaøkið við støði í eygleiðingunum. Arbeiðshátturin er skipaður við støði í m.a. eygleiðingartilfarinum KIDS og skal útinnast í ítøkiligum og neyvum námsfrøðiligum samskifti og samstarvi.
Sum dygdarmennari kemur tú sostatt at:
- Greina, afturboða, kveikja og seta í gongd námsfrøðiligar dygdarmenningarætlanir saman við dagstovnaleiðaranum á einstaka dagstovninum
- Fylgja við og stuðla undir dygdarmenningarabeiðinum á einstaka stovninum
- Vera viðvirkandi til at skapa eitt mennandi reflektiónsforum á einstaka dagstovninum
- Gera felags greiningar, niðurstøður og møguligar tørvslýsingar til dagstovnaøkið við støði í eygleiðingunum
- Skriva frágreiðingar, støðulýsingar og tilmælir til leiðsluna
- Eyðmerkja tørvin hjá børnum, sum dagstovnaleiðarar meta hava tørv á námsfrøðiligum tiltaki
- Menningar verkætlanir og innanhýsis skeiðsvirksemi og førleikamenning
- Tryggja at almenna námsfrøðin á dagstovnaøkinum verður styrkt í tøttum samstarvi við eindarleiðarum, dagstovnaleiðarum, námsfrøðingum og starvsfólki
Førleikakrøv
Tú hevur framúr gott hegni og royndir innan námsfrøðiligt virksemi og gott ástøðiligt grundarlag at byggja eygleiðingar, afturboðanir, samskifti og lýsingar á.
Sum dygdarmennari mást tú megna at miðla tað fakliga til ítøkilig átøk og tiltøk bæði í smálutum og størri yvirskipaðum lýsingum. Tí sóknast vit eftir einum starvsfólki við hollum námsfrøðiligum grundarlagi, ið bæði hevur vitan og persónligar dygdir til at leiða, kveikja og ganga undan við at menna arbeiðið í praksis.
Sum dygdarmennari skalt tú eisini:
- hava útbúgving sum námsfrøðingur
- hava góðar førleikar at eygleiða
- hava góðar samstarvs- og samskiftisførleikar til at samskifta greitt bæði í skrift og talu
- hava KT-førleika til vanligastu forritini
- kunna greiða úr hondum størri skrivlig avrik
Setanarviðurskifti
Størvini eru fulltíðarstørv og verða sett frá 1. juni 2026 ella eftir avtalu. Støvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda, og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi hósdagin 7. mai 2026.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan M. Laursen, deildarleiðara, ella Barbaru Djurhuus, leiðara í Námsfrøðiliga toyminum á telefon 30 20 10.
---------------
Dagstovnaøkið er skipað undir Trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Dygdarmennarin vísir til leiðaran í Námsfrøðiliga toyminum. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 4 eindarleiðarum, 36 dagstovnaleiðarum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn og ung eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini.
