Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 1. mai 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 0,5
Setanarslag
Lestrarstarv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Elsa Johanna Høgenni
Starvsfólkaleiðari
302206
elsah@torshavn.fo Søk starvið

Lestrarstarv á Starvsfólkadeildini í Tórshavnar kommunu

Hevur tú áhuga fyri HR og organisatiónsarbeiðið? So hevur tú nú møguleika at nema tær praktiskar royndir við síðuna av lesnaðinum.

Vit søkja eftir einum starvslesandi, sum hevur hug at arbeiða við innleiðslu, dagligum HR-uppgávum og organisatión.

Talan er um eitt spennandi lestrarstarv, har tú fært innlit í og royndir við arbeiðsgongdum, menning og fyrisiting, sum hava beinleiðis týdning fyri starvsfólk, leiðarar og tænastur kommununnar.


Arbeiðsuppgávur

  • Fyrst og fremst verður tú partur av innleiðsluverkætlanini »Nýggj í starvi«. Saman við verkætlanarleiðaranum hjálpir tú at seta talgildu skipanina upp
  • Menning av tilfari og viðlíkahald av innleiðslutilfari
  • Skipa fyri tiltøkum
  • Stuðla øðrum organisatiónsmenningarverkætlanum


Vit vænta, at tú

  • Er undir viðkomandi útbúgving á hægri lestrarstovni
  • Hevur tøkniligt og kreativt tev
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
  • Er álítandi og dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur hug at menna teg og læra nýggjar arbeiðshættir


Vit bjóða tær

  • Tú fært góða innleiðslu og upplæring í verkætlanini »Nýggj í starvi«
  • Praktiskar royndir innan HR- og organisatiónsmenning
  • Innlit í arbeiðsgongdir og fyrisiting í almenna geiranum
  • Møguleika at luttaka í menningartiltøkum og verkætlanum, sum skapa virði fyri kommununa
  • Eitt samstarvandi, fjálgt og fakliga sterkt arbeiðsumhvørvi


Setanartreytir

Setanin er upp til starvsbrøk 0,5, og arbeiðtíðirnar kunnu lagast eftir undirvísingartørvi hvørt lestrarhálvár. Miðað verður eftir, at arbeiðstíðin verður avtalað til heilar arbeiðsdagar.

Starvið verður flokkað eftir viðkomandi sáttmála; antin Starvsfelagið, BLF ella AKF.


Um Starvsfólkadeildina

Starvsfólkadeildin er tænastudeild hjá allari kommununi, og tí fevna arbeiðsuppgávurnar, sum Starvsfólkadeildin varðar av breitt. Á deildini eru trý toymir: Lønartoymið, løgfrøðitoymið og HR-toymið. Sum starvslesandi verður tú partur av HR-toyminum. Tilsamans starvast 12 starvsfólk.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til deilarleiðaran, Elsa Johanna Høgenni, telefon 21 45 62 ella á teldupost elsah@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. mai 2026.