Starvsfólk til Býlingshúsið undir Fjalli
Vilt tú verða partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi og hava ávirkan á námsfrøðiliga virksemi í gerandisdegnum? So er tað júst tær, vit leita eftir!
Vit søkja eftir einum starvsfólki til barnagarð 25-30 tímar um at byrja 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Eisini sóknast vit eftir avloysara, so um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at venda tær til stovnsleiðaran.
Um okkum
Býlingshúsið undir Fjalli er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Relatiónir, nærvera og spæl eru týðandi partar av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast. Í barnagarðinum eru náttúran og útilív stórir partar av okkara námsfrøðiliga virksemi, og vit leggja dent á, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við børnunum. Vit ynskja at geva børnunum ein tryggan og stuttligan gerandisdag og at skapa umstøður, har børnini kunnu mennast, granska og uppliva heimin.
Stovnurin er skipaður í eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur, og vit arbeiða sera tætt saman tvørtur um stovurnar.
Vit ynskja, at tú
- Hevur hug og hegni at arbeiða við børnum í aldrinum 3-6 ár
- Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Ert nærverandi, luttakandi og hevur jaligan hugburð
- Megnar at samstarva og taka ábyrgd
- Sært møguleikar heldur enn forðingar
- Megnar at síggja øll børnini og tørvin hjá einstaka barninum
- Hevur evni at samskifta virðiliga við børn, foreldur, starvsfelagar og onnur
- Ert fleksibul
Hjá okkum
- Verður tú partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi, sum hevur nógvar royndir og eru fakliga dugnalig
- Er skemaløgd fyrireiking
- Fært tú eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við ymiskum avbjóðingum
- Hevur tú ávirkan á námsfrøðiliga virksemi á stovninum
- Eru nærvera, spæl, rørsla og útilív týðandi partar av gerandisdegnum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. mai 2026.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Simonu Á. Rein, stovnsleiðara, á telefon 21 99 41 ella við at skriva teldupost til simonar@torshavn.fo
