Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 10. mai 2026
Arbeiðstíð
25 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Argir
Spurningar til starvið
Hanna Thøgersen
Dagstovnaleiðari
282850
hannast@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan á Argjahamri

Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn avstað og søkja starvið sum námsfrøðingur.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir námsfrøðingi til at arbeiða 25 tímar vikuna.

Møguleiki er fyri at taka nakrar tímar í Argjaskotinum, sum er ungdómsklubburin hjá okkum.

Starvið eru til setan 1. juni 2026, ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur søkir kunnu hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.

 
Okkum tørvar starvsfólk sum:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum


 Vit bjóða:

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðis umhvørvið, har námsfrøðilig kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðis mentanini
  • góðar arbeiðis karmar, sum stuðla væl upp undir ymisk frítíðar námsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Hanna Thøgersen, stovnsleiðara, á telefon 28 28 50.

 
Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 10. mai 2026.