Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 6. mai 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Kollafjørður
Spurningar til starvið
Connie Lassen
Dagstovnaleiðari
221323
conniel@torshavn.fo Søk starvið

Varaleiðari til Dagstovnin Kura í Kollafirði

Hevur tú dirvi og hug at royna teg í eini leiðsluuppgávu, og ynskir tú at gera mun fyri børn og ung í Kollafirði? Vit leita eftir varaleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Sum varaleiðari verður tú ein virkin partur av leiðslutoyminum, sett av stovnsleiðara og tveimum varaleiðarum. Tú fært samábyrgd av bæði námsfrøðiligari og fyrisitingarligari menning fyri stovnin. Tú verður við til at tryggja, at børn og ung fáa eitt trygt, mennandi og fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi.

Hetta er eitt starv fyri teg, sum ynskir at taka stigið inn í leiðsluuppgávur – ella fyri teg, sum longu hevur leiðsluroyndir.


Vit leita eftir tær, sum

  • ert útbúgvin námsfrøðingur og brennir fyri námsfrøðiligu kjarnuuppgávuni
  • hevur dirvi, evni og áhuga at taka ábyrgd og loysa leiðsluuppgávur
  • kanst skapa eitt trygt, fjølbroytt og mennandi umhvørvi
  • ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur gott yvirlit
  • sært møguleikar heldur enn forðingar
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og dugir at byggja brýr millum børn, foreldur og starvsfelagar
  • gongur undan og trívist við at seta verkætlanir og nýggj hugskot í verk


Leiðsluuppgávurnar fevna m.a. um

  • at luttaka í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni á stovninum
  • at stuðla og ráðgeva starvsfólkunum í dagliga arbeiðinum
  • at tryggja gott samstarv og samskifti bæði innanhýsis og uttanhýsis
  • at vera ein sparringspartnari hjá stovnsleiðaranum og at taka á teg uppgávur eftir fyriskipan stovnsleiðarans


Vit bjóða tær

  • eitt samansett námsfrøðiligt starv við varaleiðaraábyrgd
  • eitt starv við ábyrgd og møguleikum at seta dám á menningina av einum fjølbroyttum stovni
  • ein samstarvsfúsan og sterkan starvsfólkabólk
  • møguleika at menna teg fakliga og leiðsluliga
  • arbeiðstíð á 30-40 tímar um vikuna


Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvið er eitt farloyvisstarv og er tíðaravmarkað til 31. juli 2027. Eftir tíðaravmarkingina er møguleiki at halda fram sum námsfrøðingur.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. mai 2026.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Connie Lassen, stovnsleiðara, á telefon 22 13 23 ella conniel@torshavn.fo