Havnaumsjónarfólk til Tórshavnar havn
Hevur tú hug at arbeiða mitt í hjartanum í Tórshavnar havn?
Sum havnaumsjónarfólk verður tú partur av einari 24/7 vaktarskipan og hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg. Tú hevur nógv samskifti við skip, reiðarí og viðskiftafólk annars. Harumframt virkar tú eisini sum loðsur.
Tínar uppgávur vera at:
- Vera partur av 24/7 vaktarskipanini
- Tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg
- Samskifta við skip, reiðarí og viðskiftafólk, sum nýta havnina
- Virka sum loðsur og stuðla tryggum og professjonellum rakstri
- Taka ábyrgd í einum ferðmiklum og fjølbroyttum gerandisdegi
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur útbúgving sum skipsførari
- Hevur minst 2 ára royndir sum skipsførari
- Hevur ein greiðan vilja at veita góða tænastu
- Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu á føroyskum og enskum
- Hevur góðar telduførleikar og arbeiðir álítandi, fyrikomandi og sjálvstøðugt
Vit bjóða tær:
- Eitt virkið og týdningarmikið starv, har eingin dagur er eins
- Eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og denti á trivnaði
Setanartreytir
Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og KAF.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Hanus Mikkelsen, á telefon 28 56 99, ella á teldupost hanusm@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar Havn í hendi í seinasta lagi 10. mai 2026.
-----------------
Um Tórshavnar Havn
Tórshavnar havn er ein av týdningarmestu havnunum í Føroyum og ein virkin partur av føroyska undirstøðukervinum. Her møtast rakstur, trygd, tænastustøði og menning í einum arbeiðsdegi, sum hevur stóran týdning fyri vinnu, ferðslu og samfelagið sum heild.
Hjá okkum fært tú eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og høgari fakligheit.
Vit leggja dent á trivnað, ábyrgd og menning, og arbeiða miðvíst fyri at tryggja ein professjonellan, tryggan og væl skipaðan rakstur.
