Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 10. mai 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Hanus Mikkelsen
Havnameistari
hanusm@torshavn.fo Søk starvið

Góðsku- og trygdarsamskipari til Tórshavnar havn

Hevur tú hug at styrkja góðsku, trygd og arbeiðsumhvørvi í einari nútímans havn?

Tórshavnar havn søkir ein ágrýtnan og væl skipaðan góðsku- og trygdarsamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í at menna og samskipa arbeiðið innan góðsku, trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú arbeiðir tætt saman við leiðslu og starvsfólki og skapar yvirlit, framdrift og haldgóðar loysnir.


Tínar uppgávur vera at:

  • Samskipa og menna arbeiðið við góðsku, trygd, arbeiðsumhvørvi og vernd, herundir ISPS
  • Arbeiða við mannagongdum, leiðreglum og uppfylging
  • Tryggja, at lógarkrøv og standardir verða hildin
  • Samskipa eftirlit, venjingar og onnur átøk
  • Arbeiða við skráseting, frávikum og læru í sambandi við tilburðir
  • Styrkja trygdarmentanina í samstarvi við leiðslu og starvsfólk


Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving á bachelor støði, í t.d. arbeiðsumhvørvi ella verkfrøði
  • Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og dugir at skapa yvirlit
  • Hevur góð samstarvsevni og dugir at samskifta greidliga
  • Dugir at arbeiða bæði verkliga og samskipandi
  • Hevur royndir innan arbeiðsumhvørvi, trygd, góðsku ella umhvørvi
  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu á føroyskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar og arbeiðir álítandi, fyrikomandi og sjálvstøðugt


Vit bjóða tær:

  • Eitt áhugavert starv, har tú kanst ávirka og menna arbeiðið við góðsku, trygd og arbeiðsumhvørvi
  • Eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og denti á fakligari dygd


Setanartreytir

Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og KAF.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Hanus Mikkelsen, Stjóra, telefon 28 56 99 ella á teldupost hanusm@torshavn.fo. Við miða ímóti at halda samrøður frá 13. til 22. mai 2026.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 10. mai 2026.