Námsfrøðingur og avloysarar til Dagstovnin Fríðriksgarð
Vilt tú gerast partur av okkara frálíka miðbýar-dagstovni, har starvsfólk kunnu seta sín dám á virksemið og námsfrøðiligu kósina? So hevur tú møguleikan nú.
Vit søkja í løtuni eftir námsfrøðingi til barnagarðsstovu at byrja tann 11. mai 2026. Talan er um starv á uml. 25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starv.
Harumframt søkja vit eftir avloysarum, sum kunnu traðka til, tá starvsfólk á staðnum eru burturstødd. Avloysarastarvið er tímalønt og viðkomandi kemur at starvast í vøggu- og barnagarðsstovu eftir tørvi. Ljóðar avloysarastarvið áhugavert, so er at seta teg í samband við leiðaran.
Um okkum
Á Dagstovninum Fríðriksgarði eru tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Á staðnum arbeiða 17 starvsfólk, námsfrøðingar og hjálparfólk, umframt leiðara og húsavørð.
Í Fríðriksgarði er barnið altíð í miðdeplinum. Vit arbeiða dagliga við at skapa trivnað og menning hjá einstaka barninum grundað á tryggleika og umsorgan. Vit raðfesta spælið og samanhaldið hjá børnunum høgt, eins væl og kreativitetur og útilív er avgerandi. Vit fara nógvar áhugaverdar túrar runt í býnum, eins væl og longri náttúruríkar túrar í Havnini.
Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini trívast, hjálpast at og hava tað stuttligt saman. Á Staðnum starvast sera dugnalig, nærverandi og fyrikomandi starvsfólk, sum hvønn dag tryggja børnunum ein góðan, fjølbroyttan og áhugaverdan gerandisdag.
Vit vænta m.a. at
- Tú ert nærverandi
- Tú ert blíð/-ur og fyrikomandi
- Tú ert rólig/-ur og tolin
- Tú hevur góð samstarvsevni, og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Tú tekur ábyrgd og ert álítandi
- Tú hevur gott yvirlit
- Tú sær møguleikar og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
Vit bjóða m.a.
- Fakligar og persónligar avbjóðingar
- Ein fjølbroyttan gerandisdag, har tín meining og tíni hugskot hava týdning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvið við góðum og rúmligum starvsfeløgum
Setanarviðurskifti
Starvsbyrjan er mánadagin tann 18. mai 2026, ella eftir nærri avtalu.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 12. mai 2026.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til størvini, ella ynskir tú at koma á vitjan, kanst tú seta teg í samband við Beintu Sørensen, stovnsleiðara, á telefon 22 16 79.
