Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 17. mai 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Spurningar til starvið
Rúni Patursson
223459
runip@torshavn.fo Søk starvið

Húsavarðalærlingur til Bygningsrakstur

Ert tú klár/-ur at taka stigi móti eini spennandi og virknari starvsleið? Og hevur tú eina forvitnisliga tilgongd til handaligar arbeiðsuppgávur og tekniskar skipanir? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Vit leita eftir einum ágrýtnum húsavarðalærlingi til okkara dugnaliga toymið.


Um lærutíðina

Sum húsavarðalærlingur gerst tú partur av stovninum Bygningsrakstur, sum varðar av røkt og umvælingum av bygningunum í Tórshavnar Kommunu. Á Bygningsrakstri eru tilsamans 37 starvsfólk: ein leiðari, tríggir formenn, 31 húsavørðir og tveir lærlingar. Bygningsrakstur hoyrir til Bygningsdeildina, ið er deild undir Teknisku fyrisitingini hjá Tórshavnar Kommunu.

Sum húsavarðalærlingur fært tú eina breiða vitan innan starvsøkið, bæði frá praktiskum royndum og skúlagongd í Danmark, so sum innan hita-, luftskiftis-, el- og aðrar tekniskar skipanir. Sum lærutíðin frálíður fært tú størri ábyrgd og fleiri ymiskar arbeiðsuppgávur. Í hesum sambandi leggja vit dent á at seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og vegleiða teg, tá tørvur er á tí.

Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í landinum, og tí eru dagligu uppgávurnar innan økið nógvar og fjølbroyttar. Vit kunnu tí bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss við góðum menningarmøguleikum og haraftrat góðum starvs- og útbúgvingarmøguleikum.


Tínar uppgávur

  • Hjálpa til at viðlíkahalda allar tekniskar skipanir, so sum hita-, luftskiftis,- og el-skipan
  • Hjálpa til at tryggja at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaður er í lagi
  • Hjálpa til at halda úti økir rein og ruddilig
  • Gera smærri umvælingar
  • Koma við hugskotum um betringar
  • Hjálpa við dagligum viðlíkahaldi av okkara bygningum, sum m.a. fevna um at røkja dagstovnar, skúlar og ellis-/røktarheim.


Ynskiligt er, at tú:

  • dámar handaligar arbeiðsuppgávur
  • hevur áhuga fyri tekniskar skipanir
  • hevur áhuga fyri røkt sum heild
  • ert fyrikomandi, tænastu- og samstarvssinnað/ur
  • dugir at skipa og raðfesta uppgávur
  • dámar at arbeiða sjálvstøðugt og loysa ymiskar uppgávur
  • hevur telduførleika á brúkarastøði


Útbúgving sum húsavørður

Eftir lokna útbúgving hevur tú eina rúgvu av royndum og vitan innan viðlíkahald av bygningum. Haraftrat hevur tú góðar starvs- og útbúgvingarmøguleikar og kann lesa víðari innan t.d. orkutøkni og byggifrøði. Til ber at lesa meira um hetta og sjálva útbúgvingina inni á: yrkisdepilin.fo/utbugvingar (húsavørður) ella ug.dk (ejendomsservicetekniker).


Setanarviðurskifti

Fyri at gerast húsavarðalærlingur krevst 9. floksprógv. Lærutíðin er 3 ár og 3 mánaðir og skiftir millum praktiska læru og skúlagongd í Danmark. Lærlingalønin er sambært lærlingasáttmálanum við Starvsfelagið. Freistin at søkja er 17. mai 2026 og tú kann byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu.


Fá meira at vita

Meiri fæst at vita um læruplássið við at seta seg í samband við:


Umsókn

Tú søkir læruplássið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við lívsrensli.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!