Námsfrøðingur til Boðalon á Boðanesheiminum
Starv sum námsfrøðingur á Boðalon er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Námsfrøðingurin vísir til deildarleiðaran. Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum.
Boðanesheimið lat upp í 2012. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Boðalon er ein deild til búfólk við sjúkuni demens. Á deildini búgva 16 búfólk. Á Boðalon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Tú verður ein virkin partur av virkseminum á deildini, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at deildin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persóns sentreraða umsorgan.
Vit søkja eftir:
- einum námsfrøðingi á brøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu
- Arbeiðstíðir eru skiftandi vaktir og triðjahvørt vikuskifti
Vit ynskja okkum ein námsfrøðing sum hevur:
- prógv og góðkenning sum námsfrøðingur
- Royndir við persóns sentreraðari umsorgan og miljøterapeutisku tilgongdini í arbeiðinum við borgara við demens
- Aktiva tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
- góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfelagar, búfólk, avvarðandi og samstarvspartar
- ábyrgdina av námsfrøðiligum átøkum á deildini
- Hug at menna yrkisligar- og persónligar førleikar
Vit bjóða
- Góða innleiðslu á Boðalon
- Innanhýsis skeið í demens
- Møguleika fyri fakligari menning
- Øllum sum arbeiða á Boðalon, at taka skeiðið ABC-demens, sum er á heimasíðuni videnscenterfordemens.dk
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av deildini
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 0,8 sum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Barbaru Eystberg Sørensen, deildarleiðara, telefon 26 22 79, ella teldupost barbaraes@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mai 2026.
