Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 22. mai 2026
Arbeiðstíð
30 tímar um vikuna
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Verkætlanarfólk til ferðavinnupolitikk

Ein nýggjur ferðavinnupolitikkur fyri 2027-2031 skal avloysa ferðavinnupolitikkin, sum kommunan hevur arbeitt út frá síðan 2022.

Kommunan hevur sett ein arbeiðsbólk at orða eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, og søkt verður eftir einum verkætlanarfólki at skriva politikkin.


Um starvið

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú hevur sum høvuðsuppgávu at samskipa arbeiðið viðvíkjandi ferðavinnupolitikkinum saman við arbeiðsbólkinum.

Tað inniber m.a. at lýsa, greina og finna upplýsingar til arbeiðsbólkin, fasilitera tilgongdina og skriva sjálvt uppskotið til nýggja ferðavinnupolitikkin. Arbeiðið inniber eisini at dagføra kommunalu ferðavinnuætlanirnar eftir tørvi, og at sameina ferðavinnuætlanirnar við nýggja ferðavinnupolitikkin.

Starvið kann tó eisini umfata aðrar uppgávur í kommununi, t.d. at miðla tíðindi og tilfar frá Tórshavnar kommunu.


Tínir førleikar

Søkt verður eftir einum persóni við útbúgving innan ferðavinnu, samskifti, samfelagsfrøði ella líknandi.

Góð evni at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum er ein treyt. Tú skal duga væl at orða teg og at miðla torskilt tilfar.

Eisini er tað av stórum týdningi at duga væl at fasilitera tilgongdir, at samskifta og hoyra fólk.

Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, duga at arbeiða skipað og sjálvstøðugt.


Lønar- og setanartreytir

Talan er um 30 tímar um vikuna í fýra mánaðir. Er ynski um at skipa arbeiðstíðina øðrvísi, er tað eisini ein møguleiki. Løn og treytir sambært avvarðandi sáttmála. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.


Umsókn

Søk starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið« i vinstra bredda omanfyri. Umsókn, prógv, CV og møgulig viðmæli skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 22. mai 2026.


Meira kunning

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Carina Heinesen á Rógvu, samskipara á stjórnarskrivstovuni, ella Jeanette Ellefsen Blaasvær, miðfyristingarstjóra, á telefon 30 20 10.