Nýtt spennandi starv sum køksleiðari fyri matarskipanina á skúlaøkinum
Lýst verður eftir framfýsnum, vælskipaðum køksleiðara, sum brennir fyri at veita dygdargóðan og heilsugóðan mat til okkara skúlanæmingar.
Er tú tann vit sóknast eftir?
Kundi tú hugsað tær at verið við til at ment eina nýggja matarskipan á fólkaskúlaøkinum, so næmingar fáa dygdargóðan og heilsugóðan mat hvønn skúladag? So er tað tær, vit leita eftir.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú fært ein lyklaleiklut í eini royndarverkætlan við matarskipan í Tórshavnar kommunu. Matarskipanin hevur til endamáls at tryggja, at næmingar fáa eina góða máltíð mitt á degi, sum stuðlar undir trivnaði, heilsu og læring.
Um starvið
Køksleiðarin hevur ábyrgd av framleiðslu, samskipan og dagliga rakstrinum í framleiðslukøkinum, sum skal veita mat til uml. 500 næmingar í fleiri skúlum.
Starvið umfatar m.a.:
- Setan og leiðslu av køksstarvsfólki og arbeiðslegging
- Menning av matarskráum og arbeiðsgongdum
- Samskipan av matframleiðslu, flutningi og borðreiðing
- Tryggjan av, at maturin er heilsugóður og fylgir kostráðunum
- Ábyrgd av reinføri, trygd og góðkenningum
- Samstarv við skúlar, leiðslur og aðrar samstarvspartar
Køksleiðarin er eisini samskipari av royndarverkætlanini og hevur ein týðandi leiklut í at menna og eftirmeta skipanina.
Um matarskipanina
Matarskipanin fevnir í fyrstu atløgu um:
- Skúlan á Fløtum (miðdeild)
- Eysturskúlan (grunddeild)
- Kollafjarðar skúla (allar flokkar)
Framleiðslan fer fram í framleiðslukøkinum á Skúlanum á Fløtum, og matur verður bæði borðreiddur á staðnum og fluttur til aðrar skúlar.
Endamálið er m.a.:
- at tryggja øllum næmingum javnbjóðis atgongd til heilsugóðan mat
- at økja um trivnaðin hjá næminginum
- at stuðla undir læringina hjá næminginum
- at geva næmingunum matnáðir og skapa felagsskap um máltíðina
Vit ynskja okkum ein køksleiðara, sum:
- hevur kostfakliga útbúgving (professiónsbachelor í føðslu- og heilsu, føðsluatstøðingur, kokkur ella líknandi)
- hevur royndir frá køki ella stovnskøki
- hevur góðar skipanar- og samskipanarførleikar
- hevur kunnleika til reinføris- og trygdarreglur
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
Dentur verður lagdur á, at tú:
- ert nýskapandi og kanst gera hugskot til veruleika
- hevur gott yvirlit og ert væl skipað/ur
- megnar at finna javnvág millum dygd, føðsluinnihald og kostnað
- hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- ert ágrýtin og megnar at arbeiða undir trýsti
- kanst ganga á odda og skapa trivnað í starvsbólkinum
Vit kunnu bjóða:
- møguleika at seta tín dám á eina nýggja skipan
- eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv
- samstarv við stovnar og brúkarar á økinum
Løn- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv í einum royndartíðarskeiði sum í fyrsta lagi er ásett at vera til 31. desember 2027, og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelagið ella annan viðkomandi sáttmála.
Starvið verður sett 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvsstaður er í Skúlanum á Fløtum við tilvísing til mentamálaleiðaran á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heini Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 78 33 54.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2026.
