Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 22. mai 2026
Arbeiðstíð
30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Gestur Bogason Dam
Leiðari, Frítíðarskúlin í Hoyvík
gesturbd@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Trívist tú í einum lærandi og mennandi umhvørvi, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennur fyri og dugur best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25-30  tímar um vikuna, at byrja 25/05-26 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 9.00-17.00.


VIt ynskja umsøkjarar:

  • sum hava virðing og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
  • sum eru jaligir
  • sum eru initiativríkir
  • sum hava góð samstarvsevnir
  • sum hava hug at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag hjá børnunum
  • sum eru sjálvstøðugir og álítandi
  • sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini hava vit eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki.


Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, skal vera Tórshavnar Kommunu í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 22. mai 2026.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Gestur Bogason Dam stovnsleiðara, á telefon 28 02 44 ella gesturbd@torshavn.fo