Stovnsleiðarar til Heilsu- og umsorganartænastuna
Hevur tú sterkan leiðsluførleika, hug at ganga á odda, og kann virka í samansettum støðum.
Hevur tú gott yvirblikk, dugir at hugsa strategiskt og at arbeiða skipa fyri at røkka settum málum?
Ert tú ein góður liðleikari, sær styrkirnar hjá tí einstaka og dugir at fáa øll í spæl?
Dugir tú at fáa dagligdagin at ganga upp og at fáa endarnar at røkka saman?
Hevur tú ein sterkan fakligan profil innan heilsu- og umsorganarøkið?
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er tað júst tú sum eigur at senda okkum eina umsókn. Og hvør veit, kanska verður tað tú sum 1. september 2026 byrjar í einum spennandi, mennandi, avbjóðandi og gevandi starvið sum stovnsleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.
Um starvið
Í sambandi við nýggja bygnaðin fyri Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu eru fimm stovnsleiðarastørv leys at søkja. Stovnanir eru Boðanesheimið, Lágargarður, Tjarnargarður/Vallalíð, nýggja røktarheimi á Stórubrekku og Heilsuhúsið sum veitir tænastur til heimabúgvandi borgarar.
Sum stovnsleiðari hevur tú yvirskipaða ábyrgd av dagliga rakstrinum á stovninum – fakliga, fíggjarliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga. Stovnsleiðarin vísir til leiðaran fyri H&U-tænastuna og er partur av yvirskipaða leiðslubólkinum í H&U-tænastuni saman við stjóra og hinum stovnsleiðarunum.
Stovnsleiðarin skal fyri sín stovn, í samstarvi við yvirskipaðu leiðsluna, tryggja, at tænasturnar verða røktar við høgari fakligari dygd, samanhangi og virðing fyri borgaranum, og at tænastur og tilboð verða skipaða í samsvari við galdandi lógarverk, politiskar avgerðir og strategiir hjá Tórshavnar Kommunu.
Stovnleiðarin skal sum partur av strategiska leiðslubólkinum vera við til at tryggja eina dygdargóða samanhangandi heildartænastu til allar borgarar. Seta kós og menna heilsu- og umsorganartænastuna eftir galdandi lóggávu, politiskum samtyktum og visiónum fyri økið. Skipa nýggj tilboð og tænastur og tillaga heilsu- og umsorganartænastuna soleiðis at tørvurin á tænastum verður møttur. Tryggja at heilsu- og umsorganartænastan virkar sum ein samla skipan til gagns fyri borgarar og starvsfólk.
Tínar høvuðsuppgávur
Stovnsleiðarin hevur m.a. ábyrgd av at:
- Leiða og skipa stovnin við greiðari strategiskari kós
- Leiða og menna deildarleiðarar og tryggja gott samstarv og samskifti
- Leggja uppskot til fíggjarætlan, hava eftirlit við fíggjarstýring og tryggja, at raksturin verður hildin innan játtaðar karmar
- Tryggja skynsama og virðiliga starvsfólkaleiðslu, herundir rekruttering, innleiðslu og trivnað
- Virka fyri, at stovnurin veitir eina dygdargóða og samanhangandi heildartænastu
- Standa á odda fyri menningarverkætlanum, broytingum og implementering av nýggjum mannagongdum og skipanum
- Tryggja, at fyrisitingarligar reglur, GDPR-krøv og viðkomandi lógarverk verða fylgd
- Umboða stovnin bæði uttanhýsis og innanhýsis
Sum partur av strategiska leiðslubólkinum hevur stovnsleiðarin m.a. ábyrgd av at:
- Virka fyri felagsleisti í heilsu- og umsorganartænastuni
- Gera strategiir og seta nýggjar skipanir/tiltøk í verk
- Virkar fyri at menna Heilsu- og umsorganartænastuna
- Innanfyri givnar karmar virkar fyri at tilfeingi í heilsu- og umsorganartænastuni verður nýtt á fullgóðan hátt
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Leiðsluútbúgving og/ella royndir innan leiðslu, helst frá størri ella samansettum virksemi
- Góðan førleika at arbeiða strategiskt, fyrisitingarliga og fíggjarliga
- Góð samskiftis- og samstarvsevni
- Evni at skapa álitisvekjandi og sjónliga leiðslu
- Virðing fyri fakligheit, borgarum, avvarðandi og starvsfólkum
- Torir og hevur viljan at taka við ábyrgd
Vit bjóða
Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt leiðslustarv.
- Møguleika at seta títt fingramerki á menningina innan heilsu- og umsorganartænastur í Tórshavnar Kommunu
- Eitt sterkt leiðslu- og fakligt umhvørvi
- Møguleikar fyri eftir- og víðariútbúgving sambært avtalu
- Setanar- og lønartreytir sambært avtalu millum KAF og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Fyrstu mánaðirnir í starvinum verður skipa ein tilgongd, har nýggju stovnsleiðararnir verða væl ílætnir til starvið og somuleiðis fáa holla innleiðslu til uppgávurnar í starvinum.
Samband
Nærri fæst at vit um størvini við at venda sær til Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóra, telefon 30 20 10.
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Send umsókn við lívsrensli áðrenn 1. juni 2026.
Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 23, 24 og 25.
