Summarferiuavloysarar til Heilsu- og umsorganartænastuna
Hevur tú hug at arbeiða við menniskjum og ynskir eitt gevandi summarstarv, har tú veruliga gert mun? So ert tú kanska tann, vit leita eftir.
Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommuna søkir nú eftir dugnaligum og jaligum feriuavloysarum til summarhálvuna 2026. Talan er um avloysarastarv við skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.
Vit søkja eftir:
- Sjúkrarøktarfrøðingum
- Heilsurøktarum
- Heilsuhjálparum
- Sjúkrarøktarfrøðilesandi
Vilt tú vera við til at skapa virðilig kor fyri okkara eldru?
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at geva borgarum trygga, virðiliga og góða umsorgan? So bjóða vit tær eitt arbeiðspláss, har menniskjalig virði, fakligheit og gott samstarv eru í miðdeplinum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- Heilsu- og sjúkrarøkt
- Umsorgan, stuðul og vegleiðing til borgarar
- Arbeiði bæði í heimarøkt ella á røktarheim / sambýlum
Tú verður partur av einum góðum felagsskapi, har vit arbeiða saman fyri at tryggja borgarunum bestu tænastu.
Vit vænta, at tú:
- ert opin og jalig/ur í samskiftinum við ymisk menniskju og mentanir
- hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- brennir fyri at brúka tínar fakligu førleikar til gagns fyri borgaran
- hevur góð samstarvsevnir og dámar at arbeiða tvørfakligt
Vit bjóða tær:
- eitt gevandi og fjølbroytt summarstarv
- góða innleiðslu og stuðul í arbeiðinum
- eitt arbeiðspláss við góðum starvsfelagsskapi
- møguleika at menna tínar fakligu og menniskjaligu førleikar
- eitt arbeiði, har tú verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá okkara borgarum
Kom og ver við til at veita eina dygdargóða røkt, viðgerð og umsorgan, og skapa tryggleika fyri okkara eldru í summar. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Umsókn og samband
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Freistin at søkja er 15. juni 2026. Vit seta fólk í starv leypandi.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fridu Davidsen, teldupostur fridad@torshavn.fo ella telefon +298 30 20 00.
Tú kanst lesa meira um heimarøktina, umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd og røktarheimini hjá Tórshavnar kommunu á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu undir síðuni:
