Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 15. juni 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Sjúkrarøktarfrøðingar til Strandarlon á Boðanesheiminum

Strandarlon á Boðanesheiminum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. september 2026.


Strandarlon

Strandarlon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, trivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum.

Á Strandarlon miða vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag.

Málið er at búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast og hava tað gott.

Nógvar fakligar avbjóðingar eru innan fyri fleiri sjúkubólkar, eins og vit alsamt arbeiða við at menna vitan og mannagongdir innan fleiri økir.

Rehabilitering og viðlíkahald av verandi førleikum er eitt av málunum, við tí røkt og viðgerð sum verður veitt.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sjúkrahúsini og kommunulæknar.


Søkt verður eftir:

Tveimum sjúkrarøktarfrøðingi til starvsbrøk 1,0, møguleiki er fyri at broyta brøkin. Starvið verður sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Eftir ynski kunnu flestu ella allar vaktir vera dagvaktir og arbeitt verður fjórðahvørt vikuskifti.


Førleikakrøv

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga í at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan
  • KT-førleika á brúkarastigi


Vit bjóða tær:

  • Eitt fakliga spennandi og mennandi starv innan eldraøkið
  • Góða innleiðslu og viðkomandi skeið
  • Gott tvørfakligt samstarv
  • Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Atgongd til venjingarhølið á Boðanesheiminum


Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anniku í Dímun, deildarleiðara, telefon 22 40 83. Eisini ber til at senda teldupost til annikaid@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. juni 2026.