Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 10. juni 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Námsfrøðingar til Dagstovnin Birkilund

Ynskir tú at verða við til at skapa #góðabarnalívið á dagstovnaøkinum, hava eitt arbeiðspláss har felagsskapurin og samanhaldið er í hásæti og at menna teg fakliga? So kann Dagstovnurin Birkilund bjóða tær hetta.

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Birkilund eftir námsfrøðingum, til barnagarð og vøggustovu at byrja 3. august 2026.


Vit sóknast eftir:

  • Trimum námsfrøðingum á 30-40 tímum um vikuna til barnagarð
  • Trimum námsfrøðingum á 30-40 tímum um vikuna til vøggustovu
  • Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv í vøggustovu

Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru vælkomin at søkja.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, verða hjálparfólk sett.

Birkilund er ein av størstu stovnunum í Tórshavnar kommunu. Her virka um 115 børn dagliga. Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvakra umhvørvinum í eysturbýnum, beint við Hoyvíkstjørn. Stovnurin liggur sera tætt við miðbýin og tí er skjótt at fara, bæði í bý og náttúru. Vit eru dagliga úti á túrum við børnunum í eitt nú Viðarlundini, Boanesi, Græsagarði og Hoydølum, har børnini hava góðar umstøður til at royna seg í avbjóðandi lendi, eins og tey kunnu uppliva frísku náttúruna og djóralívið rundanum okkum.

Øll børn hava rætt til góð og trygg barnaár og er okkara fremsta uppgáva at tryggja øllum okkara børnum ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag. Vit vaksnu, sum eru um børnini í nógvar tímar í gerandisdegnum, leggja stóran dent á at skapa karmar, ið geva børnunum møguleika at fordjúpa og royna seg ímun til teirra áhugamál, eins og børn hava tørv á at verða avbjóðaði fyri at mennast.

Í Birkilund eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, ið ganga seinasta árið í barnagarð. Í Birkilund arbeiða um 30 starvsfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk ið eru dugnalig, fitt og festlig at arbeiða saman við og har námsfrøðin er í hásæti.


Í gerandisdegnum leggja vit dent á:

  • at tryggja trivnað og menning hjá børnunum
  • at skapa góðar karmar fyri spælið og áhugamálum hjá børnum
  • at menna góðar og tryggar relatiónir
  • at tey vaksnu eru kveikjandi og virkin saman við børnunum
  • eitt tætt og virðiligt samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar


Vit vænta av tær, at tú:

  • ert nærverandi og hevur hegni at arbeiða við børnum, og megnar at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag fyri barnafelagsskapin
  • hevur evnið at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • hevur góð evni at samskifta og samstarva við foreldur, børn og starvsfelagar
  • ert fyrikomandi, álítandi, tekur ábyrgd og hevur ein jaligan hugburð


Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt starv, har námsfrøðin og góða barnalívið og barnafelagsskapurin er í hásæti
  • eitt starv, har tú hevur møguleika at menna teg persónliga og fakliga
  • eitt starv, har dentur er á rørslumenning, sansastimbran og útilívið
  • eitt starv, har tú kanst læra at nýta námsfrøðilig amboð sum Tekn til talu og Betri vinir
  • eitt starv, har tú saman við góðum starvsfelagum fart lívsjáttandi upplivingar saman við børnunum


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Katrin Christophersen, stovnsleiðara, á telefon 26 57 53.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi mikudagin 10. juni 2026.