Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 14. juni 2026
Arbeiðstíð
25-30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Joan Iris Samson
Leiðari
joansa@torshavn.fo Søk starvið

Starvsfólk til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini

Spennandi og fjølbroyttir gerandisdagar í einum stórum ítróttarøki saman við lívsglaðum børnum og góðum starvsfeløgum. 

Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

  • Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at byrja 10. august 2026 ella eftir nærri avtalu
  • Arbeiðstíðin er 20-30 tímar um vikuna, men hevur tú ynski um annað tímatal, er tað ein møguleiki


Um okkum

Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla.

Frítíðarskúlin liggur í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttur, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar til rørslu eru góðar, og hetta er gott fyri rørsluliðu menningina hjá einstaka barninum.

Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Vit leggja stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum og, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við teimum. Vit ynskja at geva børnunum ein tryggan gerandisdag og at skapa góðar umstøður, har børnini kunnu mennast, granska og uppliva heimin.


Vit ynskja starvsfólk ið:

  • eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
  • megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir
  • eru nærverandi, luttakandi og hava jaligan hugburð
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna, at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
  • eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Iris Samson, stovnsleiðara, telefon 28 49 02 ella á teldupost joansa@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Send umsókn saman við lívsrensli.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 14. juni 2026.