Námsfrøðingur og hjálparfólk til Frítíðarskúlan Smílibýlið
Frítíðarskúlin Smílibýlið søkir eftir námsfrøðingum, hjálparfólkum (25 til 30 tímar um vikuna) og avloysarum at byrja 10. august 2026.
Smílibýlið er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk, og serstovuna í Eysturskúlanum. Vit leggja stóran dent á trivnað, felagsskap og menning, og okkara høvuðsendamál er at geva øllum børnunum møguleika at hava eitt innihaldsríkt, mennandi og spennandi frítíðarlív í einum góðum og sunnum felagskapi..
Vit vænta at tú:
- ert nærverandi
- tekur ábyrgd
- hevur jaligan hugburð
- ert aktiv/-ur saman við børnunum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- virkar fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Hevur tú hug til eitt starv, har tú veruliga kanst ávirka tín dagligdag, og har tú hevur tíð at fyrireika teg?
Vit koma at mangla eitt til tvey fólk eftir summarfrítíðina, so nú er at søkja.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal stílast til Tórshavnar kommunu og vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. juni 2026.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 21 00 45 og við at skriva til allanm@torshavn.fo
