Sjúkrarøktarfrøðingur til Handarastovu á Lágargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu.
Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir – Heilsuhúsið og tvær búeindir.
Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Á Handarastovu búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina dygdargóða røkt á høgum fakligum støði, at tey trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Vit virka fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á at arbeiða við eini miljøterapeutiska tilgongd og persónscentreraðari umsorgan og røkt.
Á deildini er sera gott samstarv millum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.
Søkt verður eftir
Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøk 1.0, í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Starvið
Talan er um áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.
Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at deildin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, og at tryggja at røktarætlanir og borgaragongdir verða dagførdar og fylgdar.
Førleikar
- Tú hevur prógv og autorisatión, sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
- Tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan
- Tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
- Tú hevur evni at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar og at virka fyri einum lærandi umhvørvi
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
- Tú ert opin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, og hegni at arbeiða tvøryrkisliga
- Tú kanst taka stig til gerandisaktivitetir og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag
Vit bjóða tær
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eina góða innleiðslu
- Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, og møguleika fyri fakligari menning
- Møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Handarastovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni
Setanarviðurskifti
Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella skjótast tilber.
Søkja skikkaðir umsøkjarir ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi deildarleiðara á Handarastovu Anniku Kallsberg, telefon 21 26 02, ella við telduposti til annikahk@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógv, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 17. juni 2026.
