Starvsfólk til Frítíðarskúlan Sankta Frans
Brennur tú fyri at arbeiða við teimum 6 ára gomlu børnunum? So er hetta akkurát nakað fyri teg.
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir hjálparfólki
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.
Um okkum
Frítíðarskúlin Sankta Frans liggur mitt í býnum, tætt uppat einum náttúruvøkrum umhvørvið. Viðarlundin er okkara nærmasti granni. Vit hava góðar møguleikar til náttúruupplivingar av ymiskum slagi. Stutt er at ganga til ymisk áhugamál so sum svimjihøllina og Fimi, sum vit gera brúk av hvørja viku.
Frítíðarskúlin er í sama bygningi sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla. Frítíðarskúlin tekur ímóti 48 børnum íalt, øll úr forskúlanum sum eru í aldrinum 6 til 7 ár.
Endamál
Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt, gott, avbjóðandi og stuttligt stað har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á hesi økini:
- Spæliumstøður, sum birta undir frælsa spælið
- Náttúru og uttandura upplivingar
- Møguleikar fyri rørslu
- Felagsskapin og gott samskifti
Vit vænta, at tú:
- hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, til at virka fyri góðum samstarvið við foreldur, børn og starvsfelagar
- ert ágrýtin, tolin, og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir, og samstundis varðveita yvirlitið, tá ið á stendur
Vit bjóða:
- eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv
- eitt starv har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
- eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiðið hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar til starvið og stovnin, kanst tú venda tær til Sandru Mikkelsen, stovnsleiðara, telefon 21 88 95. Til ber eisini at hyggja inn á okkara síðu Frítíðarskúlin Sankta Frans
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum, verða Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi sunnudagin 21. juni 2026.
