Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Ternuryggi
Brennir tú fyri námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovna økinum? Ynskir tú at gera mun? Ynskir tú at arbeiða fyri einum gerandisdegi við børnum, har relatiónir, nærvera, umsorgan, stuttleiki, útilív og verkstaðurin er ein integreraður og tíðandi partur av arbeiðinum? So skalt tú søkja starv hjá okkum! Vit eru ein lítil, men livandi stovnur, har fakliðheitin er høg og starvsroyndirnar drúgvar.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í vøggustovu. Aftrat tær eru trý starvsfólk á stovuni har tvey eru námsfrøðingar.
Um okkum
Býlingshúsið á Ternuryggi hevur eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Her starvast 14 starvsfólk, har flestu hava arbeitt 8 til 25 ár á stovninum. Ein góður samansettur starvsfólkahópur, sum trívist og myndar gerandisdagin.
Býlingshúsið á Ternuryggi er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Relatiónir, nærvera og spæl eru týðandi partar av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.
Okkum dámar væl at fáa nýggjar starsfelagar, sum við nýggjum hugskotum og evnum kunnu styrkja ymiskleikan á staðnum.
Vit eru staðsett ovaliga á Ternuryggi, tætt við stórt og vakurt náttúru umhvørvið, har møguleikin fyri upplivingum í náttúruni eru beint uttanfyri garðin.
Vit vænta, at:
- tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- tú ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
- at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið
Vit bjóða:
- fakligar og persónligar avbjóðingar
- tíð til annað arbeiði
- pedagogfundir/stovufundir
- gott arbeiðsumhvørvi
- gott samanhald
- støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn.
Upplýsingar
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Randi K. Heinesen, stovnsleiðara, á telefon 21 87 30, ella á teldupost randikh@torshavn.fo
Koma framvið til eitt prát, at hoyra nærri og síggja umstøðurnar.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella eftir avtalu.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal sendast Tórshavnar kommununu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juni 2026.
