Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 21. juni 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Heilsuhjálparar og heilsurøktarar til Tjarnargarð

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lava-/Luddalon.

Lava-/Luddalon á Tjarnargarði er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og er ein bú- og røktardeild við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Søkt verður eftir

  • Einum heilsurøktara á setanarbrøki 1,0 har arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti, møguleiki er fyri lægri brøki
  • Einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 1,0 har arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti, møguleiki er fyri lægri brøki


Førleikakrøv

  • Prógv sum ávikavist heilsuhjálpari/heilsurøktari og autorisatión sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
  • Góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • Evnir til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fyrikomandi, álitisvekjandi og tænastusinna
  • Evnir at arbeiða tvørfakliga
  • KT-førleika á brúkarastigi


Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni


Setanarviðurskfti

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, við setan frá 1. september 2026.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ragnhild Rubeksen, virkandi deildarleiðara á Lava- / Luddalon, telefon 26 52 41, ella við telduposti til ragnhildr@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2026.