Starvsfólk til Dagstovnurin Sólareygað
Í samband við at seks av okkara virkisfísnu ungu hjálparfólkum fara ávikavist uttanlanda at lesa ella í læru her í Føroyum, søkja vit eftir starvsfólki fyri tey at byrja í føstum størvum.
Vit mangla sostatt starvsfólk bæði i vøggustovum og barnagarðsstovum.
Umframt tað søkja vit eftir avloysarum fyri sjúku at byrja við tað sama ella eftir nærri avtalu.
Um stovnin
Námsfrøðingarnir í Sólareygað hava holla vitan um menningina og menningarmøguleikarnar hjá barninum og kunnu tískil leggja eina góða námsfrøðiliga ætlan fyri barnið.
Vit, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, leggja dent á at arbeiða útfrá okkara sera greiðu námsætla og ger hetta okkara arbeiði sera meiningsfult og læruríkt.
Allar stovur hava góðar karmar, stabil starvsfólk góða fyrireikingartíð til øll starvsfólk. Og allar stovur hava námsfrøðingar.
- Dámar tær, eins og vit, at fara í dýpdina, tá um námsfrøði ræður?
- Vilt tú, saman við okkum, seta námsfrøðiligar ætlanir út í korti?
- Vilt tú, saman við okkum, við reflektiónum, kjaki og hugleiðingum, verða við til at mynda okkum sum stovn?
Er hetta nakað fyri teg?
Tú ert vælkomin til eitt óbindandi prát við okkum!
Kom og síggj stovnin innan og uttan, okkara karmar er avgjørt eina vitjan verd!
Kom og hoyr, hvussu vit arbeiða, hvussu vit skipa fyrireikingartíðina, hvussu vit bara generelt skipa okkara dagligdag.
Ring til okkum, leiðara ella varaleiðara á telefon 28 71 50 ella 21 53 13 og ger eina avtalu.
Setanarviðurskifti
Talan er um føst størv millum 30 og 40 tímar um vikuna at byrja um miðjan august 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um tíðspunkti ella tímatali ikki passar júst til tín tørv, søk allíkavæl! og vit tosa saman, so vit kunnu finna eina loysn.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um ongin námsfrøðingur søkir, seta vit hjálparfólk ístaðin.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn og setanarsamrøður
Tú søkir størvini við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum. Vit hava setanarsamrøður leypandi.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 10. juli 2026.
