Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 5. juli 2026
Arbeiðstíð
30-35 tímar um vikuna
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Annika Østerø
Dagstovnaleiðari
221141
annikaos@torshavn.fo Søk starvið

Hjálparfólk og avloysarar til Dagstovnin Lítlsaskóg

Vit í Dagstovninum Lítlaskógi søkja eftir:

  • Hjálparfólki í tíðaravmarkað starv fram til 1. januar 2027 at arbeiða í vøggu- ella barnagarðsstovu. Tú kemur at arbeiða 30-35 tímar um vikuna
  • Tímaløntum avloysarum at arbeiða í vøggu- og barnagarðsstovu

Starvsbyrjanin er 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit søkja eisini eftir hjálparfólki og tímaløntum avloysarum vegna sjúku o.l. sum kann byrja beinanvegin.


Starvsøki

Lítliskógur er ein stovnur við umleið 85 børnum mitt í havn. Vit hava 2 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari. Eisini hava vit 3 barnagarðsstovur við 16 børnum og eina stovu til tey 6 ára gomlu.

Í Lítlaskógi starvast uml. 25 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk. Helvtin er námsfrøðingar og hin helvtin dugnalig hjálparfólk. Vit eru staðsett í eysturbýnum, tætt við skóg, fjøru og allar hentleikar.

Vælkomin at hyggja inni á Instagram hjá okkum: @dagstovnurinlitliskogur

Lítliskógur er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði, har sum børn og vaksin trívast og mennast í einum tryggum umhvørvi.

Sum hjálparfólk í Lítlaskógi kemur tú at arbeiða í stovu saman við námsfrøðingum og hjálparfólkum. Okkara fokus er at børnini fáa ein innihaldsríkaðan gerandisdag har spæl, nærvera, útilív og góður trivnaður er ein týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Tú sleppur at taka ímóti børnum um morgunin, leggja túrar og ítriv til rættis í samráð við hini starvsfólkini á stovuni.

Tú verður partur av einum sterkum starvsfólkatoymi, har fleiri okkara hava arbeitt saman í nógv ár. Vit eru góð við hvønn annan, hjálpsom og hava tað stuttligt saman.


Vit bjóða tær:

  • Eitt starvspláss við námsfrøðingum á hvørjari stovu
  • Ein starvsfólkabólk, ið er fyrikomandi, fakligur og rúmandi
  • Ein fjølbroyttan gerandisdag, har børnini sleppa at granska og uppliva heimin
  • Innleiðslu, har tíð er til at seta seg inn í viðurskiftini og fáa røttu kunning við starvsbyrjan. Tú fært eisini upplæring í ForeldraGlugganum, ið er tann skipanin, vit brúka at samskifta við foreldur


Vit vænta at tú:

  • Ert blíð/-ur og fyrikomandi
  • Hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag, við virðing fyri tí einstaka barninum
  • Ert fyrikomandi og hevur evni at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur


Setanartreytir

Talan er um tíðaravmarkað starv, 30 tímar um vikuna inni í einari av stovunum í Lítlaskógi. Størvini vera sett frá 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanartreytir eru í sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit sum kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn vit seta fólk í starv.


Samband

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Anniku Østerø, dagstovnaleiðara, á telefon 30 23 70.


Umsókn og setanarsamrøður

Tú søkir størvini við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum. Vit hava setanarsamrøður leypandi og í seinasta lagi 9. juli 2026.

Umsóknarfreistin er 5. juli 2026.