Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt.
Nú hevur tú møguleika at arbeiða saman við ágrýtnum starvsfólkum og spælandi børnum, har vit arbeiða við menning, trivnaði og skapandi áhuganum hjá okkum øllum. Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn.
Talan er um:
- eitt starv á 25 tímar í frítíðarskúlanum
- eitt samansett starv í frítíðarskúlanum og vøggustovuni á 35 tímar
- eitt starv á 38 tímar í barnagarðinum
- stuðulstímar
Um eingin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk og/ella fólk við aðrari útbúgving verða sett í størvini, allar umsóknir eru tískil vælkomnar.
Lesandi, ið verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.
Um okkum
Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúru vøkrum umhvørvi, omanfyri bygdina Velbastað og hevur eitt vakurt útsýnið yvir fjørðin og oyggjarnar Heyst, Koltur, Sandoy og Vágar. At verða á Dagstovninum á Velbastað er, sum at koma inn í ein friðsælan heim, har náttúra og kreativitetur er karmurin.
Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum. Stovnurin hevur eina vøggustovu, eina barnagarðstovu og ein frítíðarskúla. Eisini er eitt ungdómstilboð/ungdómshús á staðnum, sum hevur opið trý kvøld um vikuna.
Dagstovnurin hevur góðar umstøður bæði inni og úti. Garðurin er stórur og endurspeglar í stóran mun upprunalendið við haga, einum lítlum løki, eina smáttu við bálplássi og einum fifa vølli. Garðurin leggur upp til ymiskar avbjóðingar- og menningar møguleikar. Allar stovur hava egna inngongd, vátrúm, køk og eitt eyka rúm til ymisk virksemi. Stovnurin hevur eisini eina stóra høll við amboðum og ein felags køk. Meir um dagstovnin og námsætlan finnur tú á síðuni Dagstovnurin á Velbastað
Umframt at arbeiða við námsætlanini, arbeiða vit eisini við at hava ein grønan hugburð. Hetta merkir, at vit saman við børnunum hvønn dag eru tilvitaði um náttúruna, og læra at virða hana. Vit hava eina eplaveltu, rabarbur, skilja rusk og hava sankutøð kassar.
VelbaStaðið er ungdómshús, og er opið trý kvøld um vikuna, t.e. mikudag, fríggjadag og leygardag. Velbastaðið er fyri ungu frá 6. fl. til 18 ára aldur.
Tú sum starvsfólk
- ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkunum
- hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin á stovuni
- samskiftir týðiligt og hevur góð evnir at samstarva
- er opin fyri nýhugsan
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
- er nærverandi
- dugir at síggja møguleikar fram um mørk
- virkar fyri einum góðum samstarvið við foreldur, starvsfelagar og leiðslu
- vil virka til at børn fáa upplivingar og menningarmøguleikar í okkara náttúru
Tey, ið sett verða, skulu kunna starvast við øllum børnum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar. Eisini hoyrir fjøltátta praktiskt arbeiði við til starvið.
Vit kunnu bjóða:
- Áhugavert og avbjóðandi starv
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan á títt starv, og samstundis menna teg sjálvan
- Eitt starv har ikki ein dagur er eins
- Eitt starv við góðum umstøðum til fyrireiking, og har fyrireikingartíð verður raðfest
- Eitt arbeiðspláss har gaman og álvara fylgjast hond í hond
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 23. juni 2026.
Samband
Um tú hevur spurningar til størvini, kanst tú seta teg í samband við Nannu Danberg, stovnsleiðara, á telefon 26 54 05 ella á teldupost nannad@torshavn.fo
