Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 28. juni 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Josefina Hammer
Leiðari
270603
josefinah@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Okkara stovnur og arbeiðspláss er eitt mennandi, gevandi og kveikjandi stað, bæði fyri børn og vaksin. Og nú hevur møguleikan, at gerast partur av okkara fantastiska festliga og fakliga dugnaliga hópi!

Trivnaðurin á Flat er í hásæti, tað verið seg, bæði fakliga og sosialt. Her er kenslan góð av samanhaldi, felagsskapi og nærveru millum børn og vaksin.

»Tað besta við mínum arbeiði er, at eingin dagur er líka – tað er altið okkurt nýtt og lívligt í gongd« – Sissal, námsfrøðingur

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfolki at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í ávíkavíst vøggustovu og barnagarðsstovu, at byrja beinavegin ella eftir nærri avtalu. Talan er um føst størv. Hevur tú hug at royna teg sum avloysara fyrst, so taka vit eisini gjarna ímóti einari umsókn frá tær!

Námsfrøðingar, sum skulu til síðstu próvtøkurnar og fáa prógv í summar, mugu endiliga ikki halda seg aftur at søkja longu nú!


Um okkum

Vit arbeiða miðvíst við at menna og menta sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.

Stovnur okkara stendur í einum deiligum umhvørvi í Hoyvík, tætt við Svartafoss og aðrar náttúruperlur. Vit leggja stóran dent á góða gerandisdagin! Og vit eru úti hvønn dag- her hava vit ein stóran og hugkveikjandi garð, ið gevur møguleikar fyri nógvum ymsum spølum, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðum. Samskifti okkara millum, starvsfólk, foreldur og børn byggir á virðing fyri hvørjum øðrum.

»Góðir starvsfelagar og gott samanhald, bæði við starvsfelagar, børn og foreldur« – Hanna, hjálparfólk

Á Flat ganga 26 vøggustovubørn býtt á tvær stovur og 76 barnagarðsbørn býtt á 4 stovur, har tann eina er til tey elstu børnini burturav. Her starvast 10 námsfrøðingar, 1 atstøðingur, 3 undir útbúgving og 15 roynd hjálparfólk, umframt avloysarar.
Vit hava nógvar góðar møguleikar fyri at samstarva tvørturum stovurnar í húsinum – og hvønn fríggjadag samlast vit øll Á Fløtuni til sangløtu – aftaná at starvsfólkini hava etið morgunmat saman.

»Starvsfólkini eru góð at hjálpa hvørjum øðrum« – Bjarni, hjálparfólk


Hvat vænta vit av tær?

Vit taka fyri givið at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum og at tú tekur ábyrgdina á teg, soleiðis at vit saman kunnu skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag. At tú ert gávumild við tínum fakligu meiningum og sjónarmiðum og at tú megnar at fremja tað í verki. At tú megnar at taka ímóti broytingum og sært avbjóðingar og loysnir, framum forðingar.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagi.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Fá meira at vita um starvið

Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Josefina Hammer, stovnsleiðara, á telefon 27 06 03.


Umsókn og freist

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari. Tín umsókn má vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juni 2026.

GG! Vit bjóða til setunarsamrøðu so skjótt vit hava móttikið tínari umsókn.