Námsfrøðingar til Dagstovnin í Løkjatúni
Er tað tær vit søknast eftir?
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir námsfrøðingum at byrja 3. august 2026. Talan er um størv á 30 til 40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði.
Hvørji eru vit
Dagstovnurin í Løkjatúni liggur í fantastiskum grønum øki á Argjum, beint við Sandá. Stovnurin rúmar fýra stovum. Tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum. Vøggustovurnar eru normeraðar til 10 børn og barnagarðstovurnar eru normeraðar til 16 børn. Starvsfólki á stovninum arbeiða tvørturum stovumørk um brúk er fyri tí, og eru vit altíð fús at hjálpast at. Hetta ger at øll starvsfólk kenna øll børn og foreldur og er við til at gera tað heimligt at traðka inn á stovnin.
Mentanin á stovninum
Ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg, har tú møtir námsfrøðingum sum vilja tað sama sum tú.
Okkara styrki er okkara nærumhvørvi, okkara stødd og okkara fleksibilitetur. Vit kenna okkum sum ein serligan felagsskap her í grøna umhvørvinum, við brúnna á Argjum.
Vit bjóða tær ávirkan á starvið, fyrireiking, eftirmeting, námsfrøðiligar fundir og sparring. At enda bjóða vit tær innleiðslu, har tíð er til at seta seg inn í viðurskiftini og fáa røttu kunningina við starvsbyrjan. Umframt hetta fært tú upplæring í at brúka; Foreldragluggin, sum er tann skipanin sum vit brúka at samskifta við foreldur.
Vit vænta, at:
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og torir at hugsa nýtt
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- Tú ert ágrýtin og hevur hug til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri tað einstaka barnið
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. At tú tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur
- At tú ert fúsur at arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum stovnurin brúkar
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Talan er um 2 føst størv í vøggustovu á 30 til 40 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Tó eru vit sum sagt víkilig og eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.
Søkja skikkaðir námsfrøðingar ikki størvini, kunnu hjálparfólk setast í staðin.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Joan Johansen, stovnsleiðara, telefon 28 42 98, ella á teldupost joanij@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal sendast Tórshavnar kommununu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. juni 2026.
