Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Brúnni
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir starvsfólkum.
- trimum námsfrøðingum til vøggustovu
Størvini eru til setan frá 1. august og 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur søkir, hava onnur fakfólk og hjálparfólk við royndum, framíhjárætt.
Hvørji eru vit?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning. Vit eru »spælkiklók«, liva okkum inn í barnaverðina, og menna hugflogið hjá barninum.
Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar bæði rørsluliða og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og hugsavna seg. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fríu náttúruna og hava gott busssamband til allan býin.
Vit vænta av tær, at tú:
- ert blíð, fyrikomandi og hevur gott yvirlit
- hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- ert inkluderandi
- reflekterar yvir egið arbeiði
- ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
- við tínum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum
Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:
- har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivnaði, menning og samstarvi, fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum
- har relatiónsarbeiði, spæl og hugsavnan hjá barninum, hevur stóran týdning
- har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur
- fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar
- har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
- har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum tilmælum, vera Tórshavnar Kommunu í hendi seinasta lagi mikudagin 1. juli 2026.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð S. Johannesen, stovnsleiðara, telefon 31 91 80 ella 51 04 90. Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara:
