Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 28. juni 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Arnleyg Haraldsen
Varadeildarleiðari
arnleygh@torshavn.fo Søk starvið

Deildarleiðarastarv til Miðstovu á Lágargarði

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, dámar leiðslu og hevur visjón um fyri demensrøkt- og umsorgan?

Kundi tú hugsað tær at staði á odda og mynda framtíðina hjá okkara nýggju demensdeild? Hevur tú hug at byggja eina fakliga sterka deild upp – har vit arbeiða við granskingargrundaðum háttaløgum innan demensrøkt- og umsorgan og skapa tryggar, heimligar og góðar karmar fyri okkara búfólk? So kann tað vera, júst tær, vit leita eftir.

Miðstova er ein av trimum deildum á Lágargarði við 16 búfólkum. Deildin hevur verið ein vanlig røktareind, men er nú í einari tilgongd, at umskipaða til eina serliga demensdeild, har dentur verður lagdur á  persónsmiðsavnaða røkt- og umsorgan, samskapan við avvarðandi og fakliga menning av starvsfólkum.

Sum deildarleiðari fært tú ábyrgd av einum starvsliði, sum veitir dygdargóða røkt- og umsorgan, har vit taka støði í tørvi og ynskjum hjá tí einstaka búfólkinum. Vit raðfesta sansastimbran, heilsufremjan, fyribyrging, rehabilitering og viðlíkahald av førleikum, so gerandisdagurin gerst tryggur, innihaldsríkur og trivnaðarskapandi.

Ein týðandi partur av tínum leikluti verður at byggja deildina upp fakliga, m.a. við at:

  • menna starvsfólkini í demensfakligum førleikum
  • implementera og kjølfesta háttaløg og arbeiðshættir, sum eru kend innan demensrøkt- og umsorgan (t.d. persónsmiðsavna røkt- og umsorgan, blómuna hjá Kittwood, borgarakonferensur, samskiftishættir og sansastimbran)
  • tryggja tvørfakligt samstarv, sum gevur eina dygdargóða heildartænastu til hvørt einstakt búfólk

Sum deildarleiðari vísir tú til stovnsleiðaran á Lágargarði og verður partur av leiðslutoyminum, sum telur fimm deildarleiðarar og tríggjar varadeildarleiðarar. Tú verður eisini partur av samlaða leiðsluhópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Sum deildarleiðari hevur tú ein varadeildarleiðara afturat tær.


Vit leita eftir einum deildarleiðara, sum kann:

  • tryggja fakliga dygd í demensrøkt og umsorgan
  • skapa trivnað og tryggleika hjá starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi
  • menna eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • seta mál og arbeiða skipað og miðvíst
  • varðveita yvirlit og ró í einum umskiftiligum gerandisdegi


Vit søkja ein deildarleiðara sum hevur:

  • Prógv og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur, umframt arbeiðsroyndir innan sjúkrarøkt
  • Demenssamskiparaútbúgving og/ella royndir innan demensøkið
  • Leiðsluroyndir og møguliga leiðsluútbúgving
  • Áhuga fyri at arbeiða við fólki við demenssjúku
  • Evnir at hugsa kreativt og fleksibult tá loysnir skulu finnast
  • Aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, við hugflogi og áræði at seta í verk og fremja átøk, sum støðugt betra fakliga dygd og trivnað á deildini
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni bæði í mun til samstarv við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og aðrar fakbólkar
  • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og raðfesta í einum til tíðir hektiskum gerandisdegi
  • Førleika at miðla vitan skrivliga og munnliga


Vit bjóða tær:

  • Eina deild har búfólk, avvarðandi og starvsfólk trívast og kenna seg trygg og vælkomin
  • Eitt fakliga mennandi og spennandi starv við møguleika at seta títt fingramerki á
  • Góða innleiðslu og viðkomandi skeið, sum tryggja tað fakliga støði og trygdina
  • Eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum umstøðum og pláss fyri fakligari menning
  • Eitt vakurt og friðarligt umhvørvi við góðum útsýni og bert fáar metrar út í ein vakran hava
  • Atgongd til venjingarhølið á Lágargarði, sum stuðlar undir heilsu og vælveru hjá starvsfólkum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!


Løn- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Starvið verður sett 1. august 2026.


Samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Arnleyg Svabo Haraldsen, virkandi stovnsleiðara, telefon 50 96 25 ella á teldupost arnleygh@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin er 28. juni 2026.


-------------


Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur samanlagt 46 búpláss. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar kommunu, Virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og búfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.