Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 1. juli 2026
Arbeiðstíð
25-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Árnmar Mellemgaard
Dagstovnaleiðari
arnmarm@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Velbastaðvegin

Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har vit saman skapa ein tryggan og mennandi dag fyri okkara børn? Vit á Dagstovninum við Velbastaðvegin søkja eftir námsfrøðingum til stovnin, ið telur 26 starvsfólk og 95 børn.

Ynskiligt er at tú kanst byrja 3. august, og søkja vit eftir:

  • Trimum námsfrøðingum til okkara vøggustovur, á 25, 30 og 35 tímar um vikuna
  • Trimum námsfrøðingum til okkara barnagarðsstovur, á 30, 35 og 40 tímar um vikuna
  • Einum námsfrøðingi til stuðulstímar, á 40 tímar um vikuna

Tað er møguligt at tillaga tímatalið.

Onnur, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, eru eisini vælkomin at søkja.


Soleiðis arbeiða vit

Vit leggja dent á at børn okkara verða sædd, hoyrd og fáa mennandi avbjóðingar. Vit arbeiða fyri einum góðum foreldrasamstarvi, og síggja hettar sum ein týðandi part av tryggleikanum og menningini hjá barninum. Hartil leggja vit dent á fakliga menning, eitt stuttligt og hugnaligt arbeiðsumhvørvi, sum við virðing hvør fyri øðrum rúmar ymiskleika.

Eitt trygt umhvørvi er ein fortreyt fyri trivnaði og menning hjá barninum. Vit arbeiða fyri at geva hugflogi, spæli, undran og læring, bestu umstøður, og leggja dent á relatións- og umsorganararbeiði. Somuleiðis arbeiða vit fyri ríkum upplivingum, bæði inni og úti, ið tryggja likamliga og sálarliga menning.


Hvørju eru vit

Vit eru ein starvsfólkahópur, sum á hvør sín serliga hátt eru ágrýtin, dugnalig og fakliga væl fyri. Vit eru til staðar, áhugað í bæði tær og okkara børnum. Vit kjakast, kveikja og stuðla hvørjum øðrum. Tú fært røttu upplæring við starvsbyrjan, har vit eisini syrgja fyri tínum trivnaði á okkara stovni.


Um Dagstovnin við Velbastaðvegin

Dagstovnurin rúmar úti við 100 børnum, og er býttur upp í eina vøggustovueind og eina barnagarðseind. Vøggustovueindin telur 4 vøggustovur og barnagarðseindin telur 3 barnagarðsstovur. Hjá okkum starvast námsfrøðingar, hjálparfólk, køksfólk og leiðsla. Vit liggja í vøkru náttúruni við velbastaðvegin, har náttúruperlurnar Sandágerð, Sandá, og onnur vøkur, spennandi og mennandi øki eru beint uttanfyri dyrnar. Buss sambandið er gott, og lætt er at ferðast víða um.


Okkara væntanir

Vit ynskja okkum starvsfelagar sum brenna fyri góða barnalívinum. Tú ert tilvitað/ur um at tað er í teimum fyrstu árunum, at tryggleikin verður mentur hjá barninum, og at hettar er okkara stóra ábyrgd at útinna hvønn dag. Vit dáma at kjakast um námsfrøði, og ynskja tí at hoyra tína hugsan tá tú arbeiðir hjá okkum. Tú dámar at arbeiða í tí smáa og stilla tá børnini hugsavna seg, samstundis sum tú dámar at ferðast í náttúruni, har vit saman við børnunum njóta útiløturnar.


Setanarviðurskifti

Starvsbyrjan er 3. august 2026. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv


Samband

Meira fæst at vita um starvið og stovnin, við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, leiðara, á telefon 51 32 69.


Umsókn og setanarsamrøður

Tú søkir størvini við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum. Vit hava setanarsamrøður leypandi.

Umsóknarfreistin er mikudagin 1. juli 2026.