Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 5. juli 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Kaldbak
Spurningar til starvið
Bergitta Hansen
Dagstovnaleiðari
266465
bergittah@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingur til Flatnagarð

Kom við at skapa námsfrøðina á stovninum í Kaldbak!

Tórshavnar kommunu søkir vegna Dagstovnin í Flatnagarð eftir námsfrøðingi at byrja 1. september 2026.

Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnunum og starvsfeløgum í Flatnagarði? So er hetta starvið nokk nakað fyri teg!


Vit leita eftir tær, sum:

  • ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
  • dugir at skapa tryggleika, menning og lív í gerandisdegnum
  • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin á stovuni
  • samskiftir týðiligt og hevur góð evnir at samstarva
  • er opin fyri nýhugsan
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
  • er nærverandi
  • dugir at síggja møguleikar fram um mørk
  • virkar fyri einum góðum samstarvið við foreldur, starvsfelagar og leiðslu
  • vil virka til at børn fáa upplivingar og menningarmøguleikar í okkara náttúru


Um starvið sum námsfrøðingur

Starvið er millum 30 og 40 tímar um vikuna, har núverandi arbeiðsábyrgd verður í vøggustovuni.

Starvið verður sett 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.


Um okkum

Flatnagarður er ein hugnaligur stovnur í tveimum hæddum vinstrumegin vegin, beint tá komið verður til Kaldbaks. Flatnagarður læt upp 2. september í 2004, og blivu nakrar umvælingar gjørdar í 2020. Stórur garður er rundan um húsini og endurspeglar í stóran mun upprunalendið við haga, og einum lítlum løki. Garðurin leggur eisini upp til ymiskar avbjóðingar- og menningar møguleikar. Flatnagarður stendur í vakrari náttúru, og skjótt er bæði at ganga oman í fjøruna, og til stóra spæliplássið, ið er inni í bygdini. Eisini verða túrar gjørdir inn í Kaldbaksbotn.

Stovnurin hevur eina vøggustovu, eina barnagarðstovu og ein frítíðarskúla. Eisini er eitt ungdómstilboð / ungdómshús á staðnum, sum hevur opið fýra kvøld um vikuna.

Í løtuni eru 27 børn á stovninum.

Á stovninum starvast í løtuni 9 starvsfólk, ein námsfrøðingur, umframt leiðarin og sjey hjálparfólk.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk og / ella fólk við aðrari útbúgving verða settur í starv, allar umsóknir eru tískil vælkomnar.

Lesandi, ið verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknarfreistin er sunnudagin 5. juli 2026.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bergittu Hansen, stovnsleiðara, telefon 26 64 65 ella á teldupost bergittah@torshavn.fo