Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 7. juli 2026
Arbeiðstíð
25-30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Nanna Falkvard Danberg
Leiðari, Frítíðarskúlin á Fløtum
nannad@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan á Fløtum

– frítíðarskúlin við teimum nógvu møguleikunum

Brennur tú fyri at skapa mennandi karmar fyri einum góðum barnalívi? Ynskir tú at gera mun fyri trivnaðin hjá børnum og starvsfeløgum? So er hetta møguliga nakað fyri teg.

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Frítíðarskúlan á Fløtum eftir námsfrøðingum millum 25 og 30 tímar um vikuna at byrja 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu. Vit skimast eftir fakliga og væl grundaðum, relationellum sterkum fólki við góðari orku og smittandi arbeiðsgleði.


Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið:

  • saman við leiðslu og starvsfeløgum vilja hava námsfrøðiliga ábyrgd í sínum toymi
  • vilja tryggja at námsfrøðin er grundarlagið undir øllum virkseminum
  • ynskja at hava ávirkan á tí námsfrøðiligu kósini og megna at deila vitan
  • duga at síggja møguleikar í skipaðum og spontanum spæli
  • hava góðar førleikar at skapa góðar relatiónir við børn, starvsfelagar og foreldur
  • duga at fyrireika og seta í gongd námsfrøðiligar fyriskipanir, ið eggja og fevnir fjøldini
  • eru sjónligar og virknar fyrimyndir
  • eru álítandi og hava góð samstarvsevnir

Fólk við øðrum líknandi útbúgvingum og hjálparfólk eru eisini vælkomin at søkja.


Vit bjóða:

  • eitt virkið og gott arbeiðsstað við nógvum møguleikum og hentleikum
  • fyrireikingartíð, har námsfrøðilig sparring og faklig ráðgeving er ein natúrligur partur
  • vit hava javnan fakligan íblástur á skrá, møguleikar eru fyri at taka skeið og at útbúgva seg
  • eitt arbeiðspláss, har eingin dagur er eins og har tín fakførleiki fær rúmd


Námsfrøðiliga arbeiðið og stovnurin

Í frítíðarskúlanum eru vit umleið 135 børn og góð starvsfólkaorka. Her spæla vit okkum til lívsførleikar. Vit leggja okkum eftir at skipa ein stuttligan og mennandi frítíðardag saman við børnunum og hvørjum øðrum. Vit ynskja at skapa tryggar og mennandi karmar, har barnið trívist og mennist, so at spæl, undran og hugflog fær bestu treytir at virka í. Vit gera okkara besta fyri at geva børnunum ríkar upplivingar bæði inni og úti, har vit kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum og virða felags fyriskipanir. Vit brúka allar okkara fakligu og kreativu dygdir og førleikar í náttúru, í verkstaði, í hallum og vallum, í friði og í roki – og í góðum relatiónum.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttanir til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Spurningar

Hevur tú spurningar til starvið ella hevur hug at leggja leiðina framvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran, Nannu Danberg, á telefon 26 54 05 ella umvegis teldupost nannad@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 7. juli 2026. Setanarsamrøður verða hildnar í viku 28.