Starvsfólk til Dagstovnin við Løgmannabreyt
Kom og ver við til at skapa ein gerandisdag, har børn trívast, mennast og uppliva gleði saman við nærverandi og fakliga sterkum vaksnum.
Ert tú fakliga áhugað/-ur í relatiónsarbeiði og ynskir tú at gerast partur av einum starvsstaði, har menning, trivnaður og nærverandi relatiónir eru í miðdeplinum?
Á Dagstovninum við Løgmannabreyt leggja vit stóran dent á at skapa eitt umhvørvi, har børn hava ávirkan, fáa rík upplivilsi og mennast saman við fakliga sterkum og kveikjandi vaksnum.
Vit leita eftir:
- námsfrøðingum í føst størv at arbeiða 30 til 35 tímar um vikuna
Talan er um størv í bæði barnagarði og vøggustovu.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í starv.
Um okkum
Dagstovnurin liggur í Hoyvík í einum grønum og virknisskapandi umhvørvi við viðarlund, á, óslættum lendum og ymiskum spælistøðum. Eisini hevur nærumhvørvið nógv at bjóða: Fríøki, fleiri áir, spælipláss og góðar gøtur millum býlingar. Harumframt er bussambandið sera gott, beint við stovnin.
Stovnurin er skipaður við tveimum barnagarðsstovum og tveimum vøggustovum, við pláss til íalt 62 børn. Vit eru 18 starvsfólk, námsfrøðingar og hjálparfólk, sum saman leggja okkum eftir at skapa tryggar og mennandi karmar, har bæði børn og starvsfólk kunnu trívast og mennast.
Vit leggja dent á:
- at menna og styrkja góðar relatiónir
- at geva spæli og fordjúpan góða rúmd
- at børnini sleppa at hava ávirkan og at vera seg sjálv
Hvat vænta vit av tær
- At tú brennur fyri at skapa góðar relatiónir og trivna fyri børnini
- At tú tekur støði í einstaka barninum og ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- At tú ert fyrikomandi, nærverandi og viðurkennandi í samskifti við børn, foreldur, starvsfelagar og onnur samstarvsfólk
- At tú hevur góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og vísir intiativ í dagliga arbeiðinum
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Størvini verða sett frá 3. august 2026 ella eftir avtalu.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juli 2026. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.
Fá meira at vita um starvið
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Tóru Johannnessen dagstovnaleiðara, á telefon 22 79 83.
