Námsfrøðingar til Býlingshúsið á Norðasta Horni
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarði. Størvini verða sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett.
Námsfrøðilesandi, ið eru útbúnir í summar, eru vælkomnir at søkja.
Um stovnin
Okkara stovnur heldur til í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, saman við Ungdómshúsinum Vesturbýur.
Í Býlingshúsinum á Norðasta Horni starvast dugnalig, fitt og festlig fólk, ið leggja dent á, at verðsins fittastu børn hava tað gott, mennast og trívast.
Náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum og Havnardalur er okkara størsta spælipláss. Har eru góðir møguleikar at menna grov- og fínmotorik, sansir og hugflog og hvør stova eigur sítt pláss fram við ánni.
Harumframt hava vit ein stóran avbjóðandi garð har vøggustovu- og barnagarðsbørn spæla saman og hava stóra gleði hvør av øðrum.
Dentur verður lagdur á, at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura. Vit syngja nógv, og eru javnan á ellisheimum og syngja fyri teimum, ið búgva har.
Í felag skapa øll starvsfólkini ein tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrunum og okkum sjálvum.
Busssambandið er gott, so skjótt er at fara túrar til onnur støð í býnum.
Vit vænta
- At tú gevur títt íkast í at brúka okkara náttúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð
- At tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- At tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- At tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 21 09 06.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 8. juli 2026.
