Varaleiðari til Dagstovnin Fríðriksgarð
Brennur tú fyri námsfrøði og námsfrøðiligari leiðslu? Ynskir tú at arbeiða við trivnaði hjá børnum og starvsfeløgum? Ja, so er tað víst tær, vit leita eftir.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Fríðriksgarð eftir einum varaleiðara at arbeiða millum 30 og 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Varaleiðarin kemur at verða knýttur at annaðhvørt einari vøggu- ella barnagarðsstovu, og kemur umframt hetta at arbeiða við leiðsluuppgávum saman við leiðaranum. Ynski er, at varaleiðarin er eitt relationelt sterkt fólk við góðari orku og smittandi arbeiðsgleði.
Í samstarvi við stovnsleiðaran kemur varaleiðarin m.a. at arbeiða við:
- Starvsfólkaleiðslu
- Námsfrøðiligu kósini
- At skipa virksemið í gerandisdegnum
Vit vænta m.a. av tær:
- At tú ert álítandi, hevur góð samstarvsevni og ert ein kveikjandi viðleikari
- At tú vil menna námsfrøðiliga arbeiðið og vil virka fyri einum fakliga sterkum umhvørvi í tøttum samstarvi við leiðara og starvsfólkið á staðnum
- At tú dugir at orða teg munnliga og skrivliga
- At tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði
- At tú hevur námsfrøðiligt prógv
Um okkum
Á Dagstovninum Fríðriksgarði eru tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Á staðnum arbeiða 17 starvsfólk, námsfrøðingar og hjálparfólk, umframt leiðara og húsavørð.
Í Fríðriksgarði er barnið altíð í miðdeplinum. Vit arbeiða dagliga við at skapa trivnað og menning hjá einstaka barninum grundað á tryggleika og umsorgan. Vit raðfesta spælið og samanhaldið hjá børnunum høgt, eins væl og kreativitetur og útilív er avgerandi. Vit fara nógvar áhugaverdar túrar runt í býnum til allar »miðbýarperlurnar«, eins væl og longri náttúruríkar túrar í Havnini. Vit ræðfesta námsfrøðiligu kjarnuuppgávuna sera høgt og ynskja áhaldandi at menna okkum og okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini trívast, hjálpast at og hava tað stuttligt saman. Á Staðnum starvast sera dugnalig, arbeiðssom, nærverandi og fyrikomandi starvsfólk, sum hvønn dag tryggja børnunum ein góðan, fjølbroyttan og áhugaverdan gerandisdag.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttanir til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Spurningar
Hevur tú spurningar til starvið ella hevur hug at leggja leiðina framvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran, Beintu Sørensen, á telefon 22 16 79 ella umvegis teldupost á beintaso@torshavn.fo. Meiri fæst eisini at vita um stovnin á síðuni:
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 8. juli 2026.
