Námsfrøðingar til Dagstovnin Fríðriksgarð
Vilt tú gerast partur av okkara frálíka miðbýar-dagstovni, har starvsfólk kunnu seta sín dám á virksemið og námsfrøðiligu kósina? Ja, so hevur tú møguleikan júst nú.
- Vit søkja eftir námsfrøðingi í fast starv í annaðhvørt vøggu- ella barnagarðsstovu at byrja tann 10. august 2026. Talan er um starv á uml. 30 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starv
- Harumframt søkja vit eftir námsfrøðingum í tíðaravmarkaði størv í annaðhvørt vøggu- ella barnagarðsstovu at byrja tann 10. august 2026. Talan er um størv á millum 25 og 40 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starv
- Afturat hesum søkja vit eftir avloysarum, sum kunnu traðka til, tá starvsfólk á staðnum eru burturstødd. Avloysarastarvið er tímalønt og viðkomandi kemur at starvast í vøggu- og barnagarðsstovu eftir tørvi. Um avloysarastarvið ljóðar tær áhugavert, vinaliga set teg í samband við leiðaran á telefon 22 16 79 ella umvegis teldupost á beintaso@torshavn.fo
Námsfrøðingar til Dagstovnin Fríðriksgarð
Brennur tú fyri dagstovnanámsfrøði og at skapa menning og trivnað fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri? Dámar tær at hava ávirkan á egið arbeiði? og hevur gott samstarv og samanhald nakað at siga fyri teg? Ja, so er at senda eina umsókn inn til okkara beinanvegin.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Fríðriksgarð eftir námsfrøðingum at arbeiða millum 25 og 40 tímar um vikuna at byrja 10. august 2026.
Um okkum
Á Dagstovninum Fríðriksgarði eru tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Á staðnum arbeiða 17 starvsfólk, námsfrøðingar og hjálparfólk, umframt leiðara og húsavørð.
Í Fríðriksgarði er barnið altíð í miðdeplinum. Vit arbeiða dagliga við at skapa trivnað og menning hjá einstaka barninum grundað á tryggleika og umsorgan. Vit raðfesta spælið og samanhaldið hjá børnunum høgt, eins væl og kreativitetur og útilív er avgerandi. Vit fara nógvar áhugaverdar túrar runt í býnum til allar “miðbýarperlurnar”, eins væl og longri náttúruríkar túrar í Havnini. Vit ræðfesta námsfrøðiligu kjarnuuppgávuna sera høgt og ynskja áhaldandi at menna okkum og okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini trívast, hjálpast at og hava tað stuttligt saman. Á Staðnum starvast sera dugnalig, arbeiðssom, nærverandi og fyrikomandi starvsfólk, sum hvønn dag tryggja børnunum ein góðan, fjølbroyttan og áhugaverdan gerandisdag.
Vit vænta m.a. at:
- tú ert nærverandi
- tú ert blíð/-ur og fyrikomandi
- tú ert rólig/-ur og tolin
- tú hevur góð samstarvsevni, og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- tú tekur ábyrgd og ert álítandi
- tú hevur gott yvirlit
- tú sær møguleikar og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
Vit bjóða
- Fakligar og persónligar avbjóðingar
- Ein fjølbroyttan gerandisdag, har tín meining og tíni hugskot hava týdning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvið við góðum og rúmligum starvsfeløgum
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttanir til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Spurningar
Hevur tú spurningar til størvini ella hevur hug at leggja leiðina framvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran, Beintu Sørensen, á telefon 22 16 79 ella umvegis teldupost á beintaso@torshavn.fo. Meiri fæst eisini at vita um stovnin á síðuni:
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 8. juli 2026.
