Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 11. august 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Una Jacobsen
Dagstovnaleiðari
217318
unaj@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar til Dagstovnin í Hoyvík

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingum.


Størvini

Ein námsfrøðingur at starvast í vøggustovu við níggju børnum. Á stovuni arbeiða tveir námsfrøðingar og eitt hjálparfólk.

Ein námsfrøðingur at starvast í barnagarðsstovu við 14 børnum. Á stovuni arbeiðir ein sálarfrøðingur og eitt hjálparfólk.


Vit vænta, at tú:

  • vilt vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • ert ágrýtin og vilt vera í einum tryggum umhvørvi, sum er mennandi fyri hvørt einstak barn
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir


Vit bjóða tær

  • samstarv og felagsskap við 20 starvsfólk, sum eru ymisk, stuttlig, faklig og hava arbeitt á stovninum í fleiri ár
  • pedagog- og sernámsfundir
  • samanhald eftir arbeiðstíð


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um fastlønt størv við starvsbyrjan skjótast gjørligt og helst ikki seinni enn hálvan september.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til stovnsleiðaran, Unu Jacobsen, telefon 21 73 18.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 11. august 2026.