Námsfrøðingur til Dagstovnin á Argjum
Vilt tú verða partur av okkara starvsfólkahópi og felagsskapi?
Okkara felagsskapur byggi á fýra súlur: MENNING – NÆRVERA – SPÆL – VIRÐING
Tað er í felagsskapinum, at børn og vaksin kenna, at tey hoyra til. Á dagstovninum á Argjum raðfesta vit siðvenjur og felags verkætlanir. Hetta ger, at børn kenna seg sum part av felagsskapinum. (brot úr okkara virðisgrundarlagið 2026)
Tórshavnar kommunu søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir einum námsfrøðingi, sum ynskja at blíva partur av okkara námsfrøðiliga felagsskapi.
Talan er um:
Eitt starv á 30 til 35 tímar í vøggustovu.
Um so er, at ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.
Starvið verður sett 17. august 2026 ella eftir nærri avtalu.
Vit søkja eftir tímaløntum avloysarum til vøggustovu og barnagarð, sum kunnu arbeiða, tá tørvur er vegna sjúku og annað.
Um okkum
Á Dagstovninum á Argjum eru tvær vøggustovur við 10 børnum, tvær barnagarðsstovur við 1 til 17 børnum. Eftir summarferiuna verður aftur ein 6 ára stova við 11 børnum.
Dagstovnurin á Argjum er ein stovnur, ið setur námsfrøðiliga yrki og trivnað í hásæti. Vit hava avgjørt at arbeiða við námsfrøðiligum verkætlanum, har vit arbeiða við øllum menningarøkunum í námsætlanini.
Okkara námsfrøðiliga grundáskoðan er, at børnini vera viðurkend sum einstakir persónar, at tey vera sædd sum virkin í egnar menning og læru. At tað hevur týdning, at øll eru partur av góða felagsskapinum.
Her er gott at vera til ....... hjá børnum og vaksnum.
Les okkara virðisgrundarlag á Dagstovnurin á Argjum (@dagstovnurin_argjum) • Instagram-billeder og -videoer
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:
- har námsfrøði og faklig menning far stóra rúmd
- har fyrireikingartíð er sett av í vikuætlanini
- regluligir pedagogfundir
- fakliga sparring frá leiðslu og starvsfelagnum
- har tú hevur ávirkan á innihaldi í gerandisdegnum
- har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning
- har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og samstarvi við einstaka barnið, foreldrið og starvsfelaga
- Eitt livandi arbeiðspláss við stuttligum starvsfelagnum
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
Vit vænta, at tú:
- ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
- at tú ert tolin og rúmligur
- hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
- hevur eitt týðiligt samskifti
- megnar at vera nærverandi í arbeiðinum við børnunum
- ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- ert sinnað/ur at arbeiða í eini broytingartíð
- vilt verða ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
- hevur áhuga fyri fakligari menning
- dámar avbjóðingar
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal stílast til Tórshavnar kommunu og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. august 2026.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Elin Norðberg Wenningsted Tausen, stovnsleiðara, telefon 21 54 29 ella við at skriva til elint@torshavn.fo
