Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 24. august 2026
Arbeiðstíð
35 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Steinbjørn V. Olsen
Dagstovnaleiðari
223026
steinbjorno@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar til Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus eftir námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt.

Størvini eru frá 28 til 35 tímum um vikuna. Arbeiðstíðin er frá klokkan 7.30 til 17.00

Eitt av størvinum er 30 tímar um vikuna til barn við serligum tørvi (Viðmerk í umsóknini).

Um eingin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk og / ella fólk við aðari útbúgving settast í starvið, so allar umsóknir eru vælkomnar.


Um stovnin

Stovnurin hevur 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og er normeraður til 92 børn. Sí meira her:

Hans Andrias Djurhuus (torshavn.fo)

hadjurhuus.fo


Tú sum starvsfólk

  • ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkunum
  • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin á stovuni
  • samskiftir týðiligt og hevur góð evnir at samstarva
  • er opin fyri nýhugsan
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
  • er nærverandi
  • dugir at síggja møguleikar fram um mørk
  • virkar fyri einum góðum samstarvið við foreldur, starvsfelagar og leiðslu
  • vil virka til at børn fáa upplivingar og menningarmøguleikar í okkara náttúru

Tey, ið sett verða, skulu kunna starvast við øllum børnum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólk kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltátta praktiskt arbeiði við til størvini.


Vit kunnu bjóða:

  • áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan á títt starv, og samstundis menna teg sjálvan
  • eitt starv har ikki ein dagur er eins
  • eitt starv við góðum umstøðum til fyrireiking, og har fyrireikingartíð verður raðfest
  • eitt arbeiðspláss har gaman og álvara fylgjast hond í hond


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. august 2026,


Samband

Um tú hevur spurningar til størvini kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, á telefon 22 30 26 ella á teldupost steinbjorno@torshavn.fo